Oljudálking
? Nýggja tilbúgvingarætlanin riggaði væl, sigur vakthavandi á Brandstøðini í síðstu viku, Hans David Hansen.
? Tá vit fáa fráboðan um oljudálking, er okkara uppgáva fyrst og fremst at finna fram til lekan, og síðani gera tað vit kunnu fyri at steðga lekanum. Ongir trupulleikar vóru við nýggju tilbúgvingarætlanini, og tí gekk alt væl.
Hvar oljan kemur frá hevur tó ikki eydnast at finna útav enn. Í fyrstuni varð hildið, at oljan møguliga kom frá Ljósafellið ella flakanum hjá J&K Petersen, men so var ikki.
? Oljan var aftanfyri skipið, og tað var heldur onki, sum bendi á, at oljan stavaði haðani frá. Flakin hjá J&K Petersen varð lyftur upp, og har var heldur ongin leki. Møguliga kemur oljan frá Sandá, men tað er ikki vist, tí tað er ringt at gera av í myrkri. Tó kann tað eisini væl vera, at hetta er ein gamal leki, sum kemur undan kavi. Oljan kann hava ligið undir sjónum í eina tíð, og leygardagin regnaði tað illa, og so flotanar hon uppaftur, greiðir Hans David Hansen frá.
Væl nøgdur
Schuman Hjaltalin, formaður í Heilsu- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar Býráð, er eisini væl nøgdur við mannagongdina.
? Tilbúgvingarætlanin riggaði fínt, sigur Schuman Hjaltalin. ? Klokkan 12.56 ringdi Tórshavnar Havn og boðaði frá og klokkan 13.00 fór vakthavandi at kanna málið nærri. Klokkan 13.20 fór báturin á sjógv fyri at kanna, hvaðani lekin kom frá. Ein 80 m lang "pylsa", sum tað verður kallað, varð løgd á sjógv. Henda pylsa samlar oljuna, og samstundis drekkur hon olju í seg.
Týdningarmikið er at fáa staðfest, at tað var hvørki Ljósafellið ella J&K Petersen, sum høvdu nakað við lekan at gera. Nú verður farið í holt við at kanna fram við landi, at vita um lekin møguliga kemur frá kloakkum.
Tamarhald er á støðuni, og nú vantar bert at finna útav, hvaðani lekin kemur frá. Hildið verður, at talan er um brenniolju.
? Men tilbúgvingarætlanin gekk frálíkt, men sjálvandi eru onkrar smábroytingar, sum skulu gerast, sigur Schuman Hjaltalin.
? Annars viðvíkjandi fráboðan, viðgerð og so framvegis, gevi eg teimum eitt Ug+, sigur Schuman Hjaltalin at enda.