Ómøguliga uppgávan hjá Tottenham

Real Madrid vann fyrra dystin 4-0, men Tottenham hevur ikki lagt kongin. Í Týsklandi skal Schalke verja eina 5-2 leiðslu móti Inter Milan. Champions League fjórðingsfinalan á Santiago Bernabeu leikvøllinum í Madrid var bara eitt korter gomul, tá Tottenham framherjin, Peter Crouch, fekk sítt seinna gula kort. Dysturin endaði við einum 4-0 sigri til Real Madrid, men niðurlagið hjá Tottenham venjarinum hevur síðani verið, at alt ber til.

 

- Alt ber til og vit trúgva upp á eitt undur í dystinum móti Real Madrid, segði Tottenham venjarin, Harry Redknapp, á tíðindafundi í gjár.

 

José Mourinho tók undir við Harry Redknapp og segði at alt ber til, serliga tá tað kemur til ensk lið. Men hann lovaði samstundis, at Tottenham skuldi skora fleiri enn fimm mál um teir skuldu koma víðari. Vinnarin av hesi fjórðingsfinaluni skal í hálvfinaluni møta Barcelona.

 

Í hini fjórðingsfinaluni, sum verður leikt í kvøld, tekur Schalke ímóti Inter Milan, sum vann kappingina í fjør. Í 1/8 finaluni megnaði Inter at venda einum 1-0 tapi á heimavølli móti Bayern Munchen og koma víðari. Men hóast mótstøðan aftur er týsk, so røkist lítið fyri at Inter Milan gerst fyrsta felagið, ið megnar at vinna Champions League tvey ár á rað. Fyrri dysturin í Milano endaði nemmilga við einum 5-2 sigri til Schalke. Vinnari av hesi fjórðingsfinaluni skal møta Manchester United í hálvfinaluni.

 

Champions League fjórðingsfinalur:

 

Schalke (5) ? (2) Inter Milan (19:45)

Tottenham (0) ? (4) Real Madrid (19:45)