Møguligt beinbrot hjá Jákupi

Ein ófantalig stempling, ein hovin fótliður og stór sár á skinnabeininum. Landsliðslæknin vildi ikki útiloka eitt møguligt beinbrot hjá Jákup á Borg

FÓTBÓLTUR

Piatra Neamt, Rumenia: Hóast harmur, troyttur og pínu í beininum, so hevði Jákup á Borg kortini yvirskot til at skemta eitt sindur eftir dystin í gjár.
– Eg skuldi als ikki verið komin inn aftur. Vit skora jú meðan eg fái viðgerð uttanfyri vøllin, og teir skora so skjótt eg eri komin inn aftur, segði hann flennandi.
Jákup á Borg varð stemplaður ógvuliga ófantaliga og var uttanfyri vøllin í fleiri minuttir, áðrenn hann kom inn aftur beint fyri leiklok. Hesa løtuna hevði Egil á Bø minkað um munin, men Jákup á Borg var ikki meira enn komin á vøllin, so økti Rumenia um leiðsluna.
– Eg fekk als ikki spælt, men vit høvdu brúkt allar útskiftingarnar, so eg kom inn aftur og skuldi royna at órógva bara eitt lítið sindur, men tað var ógjørligt hjá mær, sigur Jákup á Borg um skaðan.
Hann gekk á høkjum eftir dystin og hevði nógva pínu. Læknin hjá landsliðnum, Absalon Eysturoy roknaði ikki við, at talan var um beinbrot, men hetta fingu teir ikki staðfest í gjárkvøldi.
Hetta er einki serligt hjá Jákup á Borg, sum heldur ikki var nøgdur við tað, sum fór fram á vøllinum í gjárkvøldi.
– Eg eri ónøgdur við úrslitið og ónøgdur við meg sjálvan. Teir skapa ikki so nógv og vit tora ov lítið. Teirra mál eru eisini ov løtt, og tað skal tað ikki vera í móti okkum, sigur Jákup á Borg.