Ómóðir menn gjørdu stóran mun

Tríggjar útskiftingar tíðliga í 2. hálvleiki vóru avgerandi, tá ið KÍ vendi hóttandi tapi til sigur ímóti NSÍ, sum enn eina ferð misti á stokkinum

Tað var ikki undarligt, at teir í NSÍ sóu vónsviknir út, tá ið Rúni Gaardbo hevði bríkslað fyri síðstu ferð í Klaksvík leygardagin.
Fyri triðju ferð á rað var úrtøkan hjá teimum gulu og svørtu einki stig, og fyri triðju ferð á rað kendu teir úr Runavík, at teir høvdu mist úrtøku, sum teir vóru á veg at vinna.
Á Toftum tapti NSÍ 3-2, eftir at hava verið frammanfyri 2-0 inntil síðsta spark í 1. hálvleiki, og fyri viku síðani fór HB úr Runavík við 4-2 sigri, eftir at NSÍ hevði verið frammanfyri 2-0, inntil tað restaðu átjan minuttir. Aftur í Klaksvík var NSÍ á veg ímóti sigrinum, men teir mistu 2-1 leiðsluna, tá ið tað restaðu nítjan minuttir, og rómurin mundi ongan enda tikið millum heimafólkið, tá ið KÍ átta minuttir undan leikloki skoraði sigurs­málið.
Upp undir leygardagsdystin varð ikki frítt tosað um, hvønn týdning tað kundi fara at hava, at NSÍ hevði havt vanliga venjingarviku, meðan KÍ hevði 120 minuttir av steypafótbólti mikukvøldið í kropp­inum.
Tað kundi hugsast, at hetta í 2. hálvleiki fór at bera fyrimunir til NSÍ við sær, men tølini siga, at tað tók seg heilt øðrvísi upp.
Klaksvíkingar tóktust vera rættuliga tungir í 1. hálvleiki, og fyrsta tíman høvdu teir ikki yvir­skotið, sum skal til, um góðar støður at skjóta mál skulu spyrjast burtur­úr.
Undanfarnu ferðirnar hevur Páll Guðlaugsson verið rættuliga trek­ur at skifta út. Soleiðis var tað ikki hesa ferð. Johan Jacobsen, Páll A. Klettskarð og Heðin Klakstein vóru allir komnir á vøllin, áðrenn klokkan vísti ein tíma, og hesir vóru rættu­liga eyðsýndir. Heðin Klakstein var á miðvøllinum við til at fáa leikferðina upp, Johan Jacobsen var væl upplagdur í høgru, har hann fleiri ferðir bjóðaði av, breyt ígjøgnum og sendi væl innfyri, og Páll A. Klettskarð varð dagsins maður, tí hann bæði javnaði til 2-2 og skoraði sigursmálið til 3-2.
Johan Jacobsen átti innleggið úr høgru, tá ið Páll A. Klettskarð við handara stólpa stýrdi bóltin í málið til 2-2, og tað sá ikki so sannførandi út í NSÍ miðverjuni, tá ið Páll A. Klettskarð mitt fyri málinum við høvdinum stýrdi bóltin í málið til 3-2, eftir at Hjalgrím Elttør hevði sent fríspark innfyri úr vinstru.

Royndu nýggja uppstilling
NSÍ venjarin Kári Reynheim hevur undanfarnu ferðirnar verið rættu­liga trúgvur ímóti upp­still­ingini, sum hann byrjaði við í fyrstu um­før­unum. Hesa ferð hevði hann gjørt fleiri broytingar. Mest eyð­sýnda skiftingin var, at Jens Joensen, sum annars hevur verið mið­verji, hesa ferð var næstfremsti mað­ur.
Jens var í álopinum saman við Klæminti A. Olsen. Uppskriftin var, at Jens við høvdinum skuldi stýra bóltinum í tómu økini aftanfyri KÍ verjuna, eftir at aftaru menninir ofta høvdu sent langar sendingar fram á vøllin, og at hann viðhvørt skuldi royna at temja bóltin, verja hann og so spæla víðari.
Pál M. Joensen var nýggjur mið­verji undir liðini á Helga L. Petersen, og hesa ferð var Óli Arge á sentrala miðvallarplássinum undir liðini á Jann Martin Mortensen.
Jann Martin legði NSÍ framum, tá ið lítið korter var farið. Talan var um skjótt og sannførandi mót­álop, eftir at KÍ hevði havt deyð­bólts­støðu. Meiri enn helmingurin av NSÍ liðnum var við í álopinum. Óli Arge spældi skilagott í høgru til Árna Frederiksberg, sum legði aftur til handara stólpa, har Jann Martin var á rætta staðnum í røttu løtuni.
Tá ið KÍ svaraði aftur, var talan um nett somu uppskrift. Eftir NSÍ horna gjørdi KÍ skjótt av, sera nærlagdi og evnaríki Philip Djordjevic gjørdist leysur á NSÍ hálv­uni, og hann sveik ikki, tá ið hann gjørdist leysur frammanfyri Kristian Joensen í NSÍ málinum.
Útjavnandi málið tóktist geva heimaliðnum blóð á tonna, og tí mundi tað kennast serliga meint, tá ið NSÍ á hálva tímanum legði seg framum aftur. Altíð vandamikli Klæmint A. Olsen var rættuliga leysur mitt fyri málinum, tá ið hann við høvdinum stýrdi horna­sparks­innleggi úr vinstru frá Jann Martini Mortensen í málið aftanfyri Andras Gango.

Koppaði til Klaksvíkar
Løtuna fram ímóti steðginum og beinanvegin eftir steðgin hevði NSÍ møguleikar at økja um leiðsluna, tá ið Klæmint A. Olsen, Árni Frederiksberg og Jens Joensen vóru í nær við og næstan støðum.
Undirhaldsvirðið var høgt, tí klaksvíkingar vóru eisini tætt við, eitt nú tá ið NSÍ verjan tíggju min­uttir undan steðginum bjargaði á strik­uni, og so var tað, at Páll Guðlaugsson tíðliga í 2. hálvleiki framdi tríggjar útskiftingar, ið høvdu stóran týdning.
Páll A. Klettskarð var fyrstu umførini millum teir fyrstu ellivu og næst­fremsti álopsspælarin. Hesa ferð varð hann skiftur inn í fremsta álops­splássið, og við tveimum málum var hann meistari fyri, at KÍ vann 3-2 og fyri fyrstu ferð í ár tryggj­aði sær fulla úrtøku.