Móðir og sonur við hvør sínari fløguútgávu

Dagligi leiðarin í Javna, songrøddin Anna D. Háberg, og sonur hennara, Bet You are William oddamaðurin Petur W. Háberg, geva í hesum døgum út hvør sína debutfløgu. Hennara er í nu-jazz sjangruni og kallast »Nakið«. Hansara liggur yviri í rokkuta poppinum og eitur »See Inlaid Heart For Details«

Samrøða

Sunneva H. Eysturstein

[email protected]

 

Í fjør varð eitt nýtt, føroyskt plátufelag stovnað, ið eitur Rock Pipit Records. Plátufelagið vendi sær til Petur W. Háberg stutt fyri jólini við einum tilboði um at geva fløgu út hjá teimum. Hetta segði Petur skjótt ja til, og fyrst í ár fór hann í Krisstuff studio við bólkinum hjá sær, Bet You are William, at taka upp í nakrar vikur. Alt summarið arbeiddi Petur saman við Hans Poulsen um at framleiða fløguna, inn­spæla fleiri løg og leggja síðstu hond á, áðrenn hon skuldi til miksing hjá Óla Poulsen.

Prosessin hjá Onnu D. Háberg hevur verið nakað øðrvísi. Hon og maður hennara hava skrivað nøkur av løgunum sjálv, men afturat sær hava tey havt eitt nú sangskrivararnar Regin Guttesen og Martin Joensen og framleið­ar­an Gunnar Guttesen. Umframt hetta eru tvey tøkuløg við á fløg­uni: »Heystið« hjá Judy og Óla og sálmurin »Gud, tú ert Gud mín«. Tá Anna var klár við øllum løgunum, hon vildi hava við á útgávuna, fóru hon og fram­leið­slu­toymi hennara til Danmarkar at taka upp við útvaldum, donsk­um studiotónleikarum. Fløgan varð tikin upp live uppá tríggjar dagar.

 

Geva út samstundis

Petur greiðir frá, tá hann verður spurdur, at tað er ikki við vilja, at tey geva fløgurnar út samstundis. Tað eru bara umstøðurnar, ið hava tillagað seg soleiðis. Men nú, tá tað er so, vilja tey fáa sum best burturúr tí.

- Tað er nokso stuttligt at geva út samstundis uppá hendan mátan. Tað gevur nógv prát aftur og fram um, hvussu man skal fara fram, hvar tað er best at fram­leiða, prenta, taka upp og so framvegis. Tað er ógvuliga læru­ríkt uppá nógvar mátar. Eg skuldi í grundini geva mína fløgu út í mai í ár, men tað var ymiskt, ið gjørdi, at tað ikki bar til, og at eg mátti útseta tað. Mamma mín hevur tó allatíðina ætlað at givi sína fløgu út nú.

- Eg havi faktiskt arbeitt við hesari fløguni alt lívið, havi droymt um tað, síðani eg var fimm ára gomul, sigur Anna. Eg setti mær fyri, at eg skuldi geva eina fløgu út, áðrenn eg fylti 40. Eg bleiv so meira enn 40, og eingin fløga kom. Men so í mai 2007 hendi nakað, ið broytti alt. Míni foreldur doyðu í einari ferðsluvanlukku, og tað fekk meg at vilja fara í gongd við fløguna aftur. Eg var byrjað eitt sindur uppá hana áðrenn, men tað gekk ongan veg. Tað var tó ikki, fyrr enn tey doyðu, at eg skrivaði mítt allarfyrsta lag. Tað æt »Onki Summar« og snýr seg um júst tað summarið eftir vanlukkuna; at tað í grundini ikki kom nakað summar hjá mær tað árið. Men myndin í tí er, at sjálvt um tú missir, so koyrir lívið víðari alíkavæl. Fólk dansa, og fuglar syngja, og tú kanst ikki steðga upp. Hetta setti ordiliga gongd á tað heila, og gav mær møguleika til eina nýggja byrjan; faktiskt eitt nýtt lív. Eitt lív uttan bittur­heit. Eg valdi eisini beinanvegin at ogna fløguna til tey.

 

Produktini broyttust

- Fløgan er rættiliga melankolsk, greiðir Anna víðari frá. Eg elski jazz, sum eisini hoyrist væl aftur, og í støðum er nokso nógvur bossanova dámur. Fløgan er kan­ska ikki akkurát tað produktið, sum eg einaferð droymdi um, men eg eri ótrúliga takksom fyri hana alíkavæl og standi 100 prosent inn fyri øllum á henni.

Petur hevur tað nakað uppá sama máta. Hann helt, at tón­leik­urin hjá sær fór at verða meira skitin og ráður, enn hann í síðsta enda bleiv:

- Produktið broyttist ordiliga nógv í framleiðslu prosessini, sigur Petur. Eg lurti sjálvur mest eftir rættiliga alternativum indie tónleiki, men mín egni tónleikur vísir seg at vera nógv meira popp. Faktiskt hevur tað verið nokso torført at sæð tað í eyguni, og tað hevur eisini tikið eina løtu, men eg havi so funnið útav, at tað faktiskt er nógv feitari, sum tað er nú, enn tað hevði verið, um eg hevði tvingað tað til at vera skitnari. Also: Boys in a Band skal vera skitið. Men mítt skal vera pent og ljóða væl. Og eg eri sannførdur um, at tað klæðir nógv betri hendan nýggja ófesjuta hamin. Tað er Hans Poulsen, ið hevur framleitt fløg­una, og Óli Poulsen, ið hevur miksað hana. Teir vilja hava skil á tingunum og hava fingið tað at ljóða knasandi væl. Betri, enn eg hevði trúð.

 

Boðskapur og marknaðir

Fyrst og fremst skulu »Nakið« og »See Inlaid Heart For Details« gevast út í Føroyum, og tá gongd er komin á her heima, verður hugt út um landoddarnar.

- Vit vóna fyrst og fremst at fáa tað at mæla runt í Føroyum. Og so kunnu vit venda eyguni úteftir, sigur petur. Plátufelagið hjá mær er rímiliga heitt uppá at fara út úr landinum at promovera, men spurningurin er bara, hvussu man vil gera tað. Mín fløga er ikki beinleiðis kristin, sjálvt um hon hevur tekstir frá einum kristnum sjónarhorni. Men vit tosa nógv um at fara inn á tann kristna marknaðin. Har er generelt ikki so ringt at sleppa inn, tí úrvalið av ordiliga góðum tónleiki er ikki so stórt. Eg eri bara eitt sindur bangin fyri at stempla mín tónleik »kristnan« og so skera fólk av. Eg vil bara hava fólk at lurta eftir tónleikinum, uttan at tað skal vera religiøst treytað. Eg vil ikki, at nakar skal kenna seg illa. Eg peiki bara fingrar eftir mær sjálvum í tekstunum, eri ógvuliga sjálvkritiskur. Og hetta er nakað, ið eg haldi kann relatera til øll – ikki bara kristna marknaðin. Tað hevði í hvussu er verið feitt at selt eitt sindur her, og so mugu vit bara fáa at síggja, hvat hendir. Eg taki tað ógvuliga róligt og havi ikki høgar forvæntningar. Men um okkurt hendir, eri eg sjálvandi totalt við.

Málbólkurin hjá Onnu er umleið tann sami:

- Fløgan hjá mær inniheldur fleiri kristnar tekstir, men um­­boðar meira enn bara boðskap til kristin fólk, greiðir Anna frá. Eg vil gjarna, at fólk skulu kunna taka hana til sín fyri tað, sum hon er. Jólini eru ofta keðilig hjá fólki, ið hava mist, og melan­koli­in í mínum tónleiki kann vónandi vera ein uggi hjá fólki, ið hava tað ringt. Tí sjálvt um ein oftast hevur bestan hug til at gyppa ein stein, so er lívið deiligt. Eg síggi tað soleiðis, at tá okkurt keðiligt hendir, so byrjar ein nýggjur kapittul. Ein fær líkasum møgu­leika at endurskoða seg sjálvan og sítt lív og kann byrja av nýggj­um. Og tað er serliga hendan boðskapin, eg vil fáa út, heldur enn bara at appelera til kristin fólk, sjálvt um tað eisini er ein stórur partur av tí.

 

Útgávukonsertir

Anna og Petur hava ymsar ætlan­ir um útgávukonsertir, men hava ikki enn avgjørt júst hvussu tey skulu gera; um tey møguliga skulu hava konsert saman ella ikki. Hvussu er og ikki, so kemur fløgan hjá Peturi út í dag, 27. nov­ember 2008 og fløgan hjá Onnu í morgin, 28. november 2008.

Far á myspace síðurnar hjá teim­um báðum, ið standa her á síðuni, og lurta eftir tónleiki teirra. Vit siga frá her í blaðnum, tá útgávukonsertir eru komnar uppá pláss.

 

 

myspace.com/annadhaberg

»Onki summar«

»Leið meg«

 

myspace.com/peturmusic

»Slick Sense«

»Dynasty«

»So Long«

»Here We Go Stereo«

»Here We Go Stereo« (B.A.B.Y remix)

 

rockpipitrecords.com