Kompakta verjan hjá Lyon frustreraði Manchester United í byrjani av dystinum, men Christiano Ronaldo gav United fyrimunin, tá hann fangaði ein leysan bólt, og setti hann inn um Gregory Coupet í Lyon-málinum. Talan gjørdist ongantíð um hæddarpunktið hjá United í Champions League í ár, men tað leggja Ferguson og hansara menn óivað líka í, nú tá teir hava javnað metið hjá Juventus í Champions League við 10 heimasigrum á rað. United gav stýrisvølin frá sær í 2. hálvleiki, og var tað um reppið, at Lyon javnaði við einari naskari roynd hjá Keita. United hevði í sínum lagi eisini góðar royndar. Men Ferguson var nøgdur við plássið í fjórðingsfinaluni, og Christiano Ronaldo hevur nú skorað 30 mál fyri United í hesum kappingarárinum.