Dirk Kuyt skeyt sítt fyrsta mál í Liverpool búnanum, tá siðvanda felagið í gjárkvøldi tók seg upp á ovaru hálvu á stigatalvuni við sigri á Newcastle. Sigurin hjá Liverpool var uppiborin, men fram um alt, so verður tað málið til 2-0, sum tosið fer at snúgva seg um. Xabi Alonso hevði sæð, at Steve Harper var nakað langt út málinum, og úr 65 metrum sendi hann bóltin avstað. Harper royndi at bakka, men ov seint var, og so stóð 2-0 á talvuni.