Danska matvørustýrið hevur í morgun kunngjørt nýggja tilráðing um D-vitamnir.
Stýrið heldur, at øll børn yvir 4 ár og øll vaksin skuldu taka D-vitaminir sum tilskot vetrarhálvuna. Harafturat mælir matvørustýrið nú foreldrum at geva børnum upp til 4 ár D-vitaminir sum tilskot alt árið.
Tilráðingin kemur, eftir at felagsskapurin Kræftens Bekæmpelse hevur gjørt eina kanning, sum vísir, at fimta hvørt fólk, sum ikki tekur vitamintilskot, manglar D-vitaminir um várið. Sólin er ein kelda til D-vitaminir, og tí mangla nógv fólk D-vitaminir eftir myrkan vetur. Trot á D-vitaminum kann eitt nú føra við sær, at beinagrindin og vøddar vikna.
Kanningin hevur fingið ein arbeiðsbólk við heilsuserfrøðingum, granskarum av lærdum háskúlum og læknum at mæla til at broyta tilmælið um D-vitaminir, og tað hevur matvøruráðið so gjørt í morgun.