Mæla til aðalverkfall og avbyrgingar

Andstøðan í Ukraina ætlar sær nú at seta harðari tiltøk í verk fyri at noyða stjórnina at ógilda úrslitið av forsetavalinum. Samstundis ávarar stjórnin Vesturheimin ímóti at leggja uppí

Frælsisgøtan í Kiev hevur teir seinastu dagarnar verið karmur um tiltøkini hjá andstøðuni, sum heldur uppá, at hennara forsetavalevni, Viktor Jusjtjenko, vann valið seinasta sunnudag, men nú ætlar andstøðan at herða tiltøkini.

Formaðurin í sosialistaflokkinum, Oleksander Moroz, sum er ein av stuðlunum hjá Jusjtjenko, segði í gjár, at ætlanin er at skipa fyri aðalverkfalli um alt landið. Harafturat verða allar verksmiðjur stongdar, skúlarnir verða eisini stongdir, og øll tokferðsla verður løgd lamin.

Viktor Jusjtjenko hyevur mælt Vesturheiminum til at gera sína ávirkan galdandi, men Leonid Kutsjma, forseti, ávarar Vesturheimin ímóti at leggja seg út í innanhýsis ukrainsk viðurskifti.

Amerikanski stjórnin hevur mælt ukrainsku myndugleikunum til at loysa kreppuna í sátt og semju, og Colin Powell, uttanríkisráðharri, segði mikukvøldið, at USA fylgir gjølla við gongdini.

-Ber ukrainska stjórnin seg ikki rætt at, fær tað avleiðingar fyri viðurskiftini okkara millum, segði Powell. Um somu tíð kunngjørdi kanadiska stjórnin, at ukrainska stjórnin hevur fulla ábyrgd av tí, sum hendir í landinum.

ES og NATO hava mælt ukrainsku myndugleikunum til at ógilda valúrslitið. Russland sigur harafturimóti, at úrslitið var í lagi.