Mæla til færri skúlar, smidligari bygnað og meiri tøknfrøði

Vinnuhúsið hevur tikið áheitanina frá politiska myndugleikanum í álvara og við áhuga­verdari frágreiðing givið sítt íkast til, hvussu framtíðar útbúgving og gransking skal leggjast til rættis og skipast í framtíðini. Kronikkin í tinghelluni hesa ferð er tilmælið hjá Vinnuhúsinum, sum teir hava um framtíðar útbúgving í Føroyum.

TINGHELLUKRONIKKIN
Vinnuhúsið  brot úr frágreiðingini um útbúgving og gransking

Mælt verður til, at so fáir fólkaskúlar sum til ber vera í Føroyum. Serliga frá sætta flokki, skulu skúlarnir vera fáir, meðan smáu bygdaskúlarnir kunnu varðveitast til at húsa fyrsta til fimta flokk.
Mælt verður til, at miðal­karakterir fyri allar fólka­skúl­ar í Føroyum vera almanna­kunn­gjørdir fyri at geva skúlunum eina tilskundan um betran.
Mælt verður til, at allir fólka­skúlalærarar, sum undirvísa frá sætta flokki og hægri, skulu hava kandidatútbúgving. Tí eig­­ur lærararútbúgvingin at verða longd við einum ári, so prógvið verður eitt kandi­dat­prógv, sum eisini rúmar leiðslu­før­leika, soleiðis at lærarar kunnu brúkast aðrastaðni á arbeiðsmarknaðinum.
Mælt verður til, at KT verð­­ur tvungin lærugrein á lærara­skúlan­um, soleiðis at lærarar hava høgan førleika innan KST-nýtslu.
Mælt verður til, at lærarar, sum eru í starvi í dag, skulu sum treyt taka eftirútbúgving á læraraskúlanum fyri at fáa status sum kandidatar. Í hesari eftirútbúgving skal KT-førleikin hjá hesum lærarum mennast.
Mælt verður til, at leiðslan á fólka og miðnámsskúlunum verður myndað við fólki, sum hava leiðsluførleika frá hægri lærustovni.
Mælt verður til, at kravt verð­ur, at øll undirvísing fer fram elektroniskt frá áttanda flokki, har hvør næmingur skal hava far­teldu, og skúlin skal hava tráð­leyst net, har allar uppgávur vera gjørdar elektroniskt og av­leveraðar elektroniskt. Alt undir­vísingartilfar umframt lærubøkur skal vera elektroniskt. Øll skulu í áttanda flokki læra blindskrift.
Mælt verður til, at bæði almenn­ar og privatar fyritøkur kunnu veita sínum starvsfólkum fría farteldu og breiðband og internetnýtslu heima við hús, uttan at starvsfólkini verða skattað av hesum.
Mælt verður til, at miðjað verð­ur ímóti, at allir tannáringar eftir loknan fólkaskúla fara á miðnámsskúla ella í læru. Sam­stundis skal viftan av møgu­leik­um hjá ungum vera so breið, at tað eisini verður møguligt hjá teimum minni bókligu næm­ingunum at nema sær eina útbúgving.
Mælt verður til, at øll lærlinga­prógv og miðnámsprógv skulu geva atgongd til hægri lestur.
Mælt verður til, at miðnáms­skúlar skulu miðsavnast soleiðis, at útboðið av greinum verður so fjølbroytt sum til ber, og góðskan á skúlanum verður so høg sum til ber. Mælt verður til, at tveir miðnámsskúlar vera ein á Kambs­dali og ein í Marknagili í Tórshavn.
Mælt verður til at útbyggja fysisku karmarnar fyri hesar miðnámsskúlar soleiðis, at teir nøkta tørvin á útbúgvingum.
Mælt verður til, at eittans miðnámsprógv skal vera, har næmingar kunnu velja sær ser­greinir eftir tørvi.
Miðnámsskúlar skulu eftir­kann­ast, og mælt verður til at samanbera góðskuna av mið­náms­skúlunum í Føroyum við skúlar í øðrum londum.
Mælt verður til, at íverksetara­menning verður tvungin partur av undirvísingini á miðnámsskúlum.
Mælt verður til, at allir mið­náms­­­skúlanæmingar fáa útbúgvingarstuðul.
Mælt verður til, at næmingar eftir loknað miðnámsútbúgving, skulu eggjast at fara á víðari lestur beinanvegin við øktum stuðli fyrsta ári og avdráttarfríum láni, um næmingurin fer beina­nvegin og megnar at gjøgnumføra útbúgv­ingina normeraða tíð. Hetta fyri at fáa miðalaldurin nið­ur á teimum lesandi og at minka um talið á lesandi, sum fáa sær eitt hvíldarár ímillum miðnám og hægri lestur.
Mælt verður til, at allir føroyskir borgarar eldri enn 35 ár, sum ikki hava hægri útbúgving enn fólka og miðnámsskúla, fáa bjóða almennan stuðul til at fara á miðnámsskúla ella á hægri skúla. Miðnámsútbúgvingin fyri hesar næmingar kann gerast smidligari og meira beinrakin soleiðis, at tey kunnu koma skjótari ígjøgnum miðnámið.
Mælt verður til, at allar hægri útbúgvingar í Føroyum vera skipaðar sum bachelor og master útbúgvingar, og at møguligar blindgøtur verða lúkaðar úr skipanini.
Mælt verður til, at maritimu útbúgvingarnar verða skipaðar sum bachelor og kanditatútbúgvingar, har leiðsluførleiki verður knýttur afturat undirvísingini, soleiðis at hesir næmingar eftir lokið prógv kunnu brúkast breitt í samfelagnum.