Málforvirringur var uppi í Hoyvík seinastu løtuna av FTZ-dystunum millum H71 og Team Klaksvík.
Tá Team Klaksvík beint undan dystarloki fóru í álop hildu klaksvíkingar, at H71 var á odda 24-22, og tí gjørdu teir alt ov skjótt av. Støðan var tó bara 23-22 til H71, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Hetta ergrar spælandi venjaran hjá Team Klaksvík, Finnur Hansson sum ger greitt, at um teir høvdu verið greiður yvir, at H71 bara førdi við einum máli, so høvdu klaksvíkingar tikið eitt Time Out. Team Klaksvík ætlar ikki at gera meir burturúr hesum, og Finnur Hansson ásannar eisini, at teir áttu at verið meir varugir við støðuna.
Team Klaksvík var á odda fleiri ferðir í seinna hálvleiki, og tað ergrar Finnur Hansson, at Team Klaksvík misti takið ímóti endanum. Samlað er tó talan um eitt gott avrik, har Team Klaksvík fylgdi H71 til dyrnar.
12 stig í 12 dystum er tó meira enn Finnur Hansson hevði droymt um. Mikukvøldið er ætlanin at koma upp á 14 stig, tá VÍF vitjar í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík.
Støðan: