- Vit hava í dag handtikið Tom Hagen, sum er skuldsettur fyri dráp og viðvirkan til dráp av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen. Skuldsetingin vísir, at málið nú flytir seg í yvir í eitt nýtt stig - ella eina nýggja fasu - segði politimeistarin, Ida Melbo Øystese, á tíðindafundinum í Noregi fyrrapartin í dag.
Hon legði dent á, at sjálvt um Tom Hagen nú hevur status sum skuldsettur, verður málið framvegis kannað, tí enn eru fleiri ósvaraðir spurningar, sum løgreglan fer at arbeiða við, legði politimeistarin aftrat.
Tað var hin 31. oktober í 2018, at ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr heimi sínum í Lørenskog, og soleiðis hevur hon nú verið burtur í hálvt annað ár. VG, sum fylgdi tíðindafundinum í morgun, veit at siga, at tað er ógreitt, hvussu Tom Hagen fyriheldur seg til handtøkuna og skuldsetingina.
Advokaturin hjá Hagen-familjuni, Svein Holden, sigur við VG, at hann helst eisini verður verji hjá Tom Hagen, tó at hann nú noyðist at skifta leiklut og verður verjuadvokatur. Tá heimasíðan skifti orð við hann, var hann ávegis til løgreglustøðina í Lillestrøm at stuðla Tom Hagen.
- Eg fekk at vita um nýggju støðuna í morgun, og at Tom Hagen ynskir meg sum sín verja. Vit í advokatfyritøkuni hava mett um støðuna, og vit eru komin eftir, at einki er til hindurs fyri, at eg átaki mær leiklutin sum verjuadvokatur, sigur Svein Holden við VG.
Á tíðindafundinum í morgun segði kanningarleiðarin, Tommy Brøske, tað vera lítið hugsandi, at Anne-Elisabeth Hagen er vorðin sjúk, hevur verið fyri einari vanlukku, er rýmd við egnum vilja - ella, at hon hevur tikið sítt egna lív.
Tá ríkmanskonan hvarv úr heimi sínum, og maður hennara tíðliga seinnapartin henda dagin kom heim, skal Tom Hagen hava funnið eitt bræv við kravi um loysigjald, og í brævinum var eisini ein hóttan um, at lívið hjá Anne-Elisabeth Hagen var í vanda, um maðurin blandaði løgregluna upp í málið.
Norska løgreglan er nú av teirri fatan, at talan ikki hevur verið um nakra burturflyting, og talan hevur heldur ongantíð verið um ein reellan mótpart, sum samráðst hevur verið við. Løgreglan metir tískil, at málið ber brá av týðiliga tilætlaðari villeiðing.
Á tíðindafundinum í morgun segði løgregluadvokaturin, Åse Kjustad Eriksson, at handtøkan av Tom Hagen er eitt úrslit av einari samlaðari meting av málinum. - Hetta er byrjanin í einum nýggjum stigi - ella fasu - sum vendir móti Tom Hagen.
Åse Kjustad Eriksson segði tað vera ógvuliga týdningarmikið fyri løgregluna at greiða leiklutin hjá Tom Hagen í málinum. Tað er týdningarmikið at finna líkið av Anne-Elisabeth Hagen, og tað er týdningarmikið at finna út av, um onnur møguliga eru partur av hesum máli.
Løgregluadvokaturin sigur, at sambært ætlanini hjá løgregluni kemur Tom Hagen fyri eina grundlógaravhoyring mikudagin, og her fer løgreglan at heita á rættin um at fáa mannin fongslaðan í fyribils fýra vikur. Orsøkin til, at løgreglan vil hava hann fongslaðan nú er, at Tom Hagen ikki skal kunna gera sína ávirkan galdandi í málinum annars.
Á tíðindafundinum í morgun segði løgreglan eisini, at eingin annar fyribils er handtikin í málinum um Anne-Elisabeth Hagen, men løgreglan vil ikki útiloka, at handtøkurnar kunnu gerast fleiri.