Seinasta árið hevur verið merkt av, at Visit Faroe Islands skipaði nýggju menningardeildina og stuðulsskipanirnar til menning í ferðavinnuni, og tí valdi ikki at hava nakað stórt altjóða átak, sum Sheep View og Faroe Islands Translate, ið hava fingið so stóra miðlaumrøðu undanfarin ár.
Visit Faroe Islands og Hagstovan hava samstarvað um at menna ferðavinnuhagtølini, og vísa nýggjastu tølini ein umsetning frá útlendskum vitjandi upp á 731 milliónir krónur og 643 ársverk. Nýggjastu hagtølini eru sera varisliga mett, og enn vanta tøl, millum annað frá Airbnb, skrivar Uttanríkis – og vinnumálaráðið.
Poul Michelsen, landsstýrismaður, fegnast um góða arbeiðið, sum Visit Faroe Islands ger fyri at menna eina burðardygga ferðavinnu, og at tey vísa, at tað væl kann sameinast við altjóða marknaðarføringina av Føroyum, sum gjørt varð í stóra og væleydnaða átakinum “Closed for maintainance, open for Volontourism”, ið er vorðið umrøtt um allan heimin.
Í nevndini fyri P/F Visit Faroe Islands sita: Johannes Jensen, formaður, Bjørgfríð Ludvig, Rúni V. Poulsen, Jóhanna á Bergi, Sakaris Frederiksen, Elin Heðinsdóttir, Noomi K. Rasmussen og Oyvindur av Skarði.