Málið fyri løgtingið

Løgtingið má antin broyta lógina, ella játta peningin, sum skal til fyri at halda lógina um umhvørvisvernd. Tað sigur Marjus Dam, næstsformaður í trivnaðarnevnd, sum nú fer at at taka málið um vantandi eftirlitið við dálkandi virkjum upp í tinginum.

Dánjal Højgaard


-Tað gevur onga meining, at samtykkja eina lóg, uttan samstundis at játta tann pening, ið skal til fyri at tryggja, at lógin verður hildin.

Hetta sigur Marjus Dam, næstformaður í trivnaðarnevndini hjá løgtinginum.

Tingmaðurin hjá sambandsflokkinum er illa við av teimum upplýsingum, sum í seinastuni eru komnar fram um føroyskar fyritøkur og umhvørvisvernd.

Hann sigur, at løgtingið als kann ikki liva við, at bert 10.hvør virki og fyritøka í Føroyum halda lógina um umhvørvisvernd. Og at stórar fyritøkur, sum t.d. Havsbrún í Fuglafirði, sleppa undan regluligum eftirliti.

Antin má lógin um umhvørvisvernd broytast, so at tað ber til at halda hana. Ella má Heilsufrøðiliga Starvsstovan fáa tann pening, ið skal til fyri at halda lógina.

Sambært Marjusi Dam, er tað blivið eitt afturvendandi fyribrigdi, at løgtingið ger lógir, uttan at játta neyðuga peningin fyrst.

Og Marjus Dam ætlar ikki at lata málið fara framvið borðinum. Hann sigur, at hann fer at seta landsstýrismanninum í umhvørvismálum fyrispurning í málinum.

-Vit mugu arbeiða fyri at fáa hesi viðurskiftini í rættlag, sigur tingmaðurin.te;ast familjan hjá Douglas var ómetaliga fitt og tók væl ímóti henni, skarst ikki burtur, at hon var fremmand og at hon ongan kendi. Hon dugdi heilt fitt á enskum, men dialektin var ring at skilja.

? Men ung fólk læra skjótt, so tað var ikki leingi til eg eg kom á lagi við tí. Eg fekk eisini eina dóttur og tað hjálpti somuleiðis væl um. Tað gekk tó betur og betur at koma í samband við fólk.

? Men tá ið eg segði, at eg var úr "Faroes? hildu nógv, at eg var úr Egyptalandi, tí tey blandaðu við egyptiska konganavnið "Farao?. Tað kom nógvur stuttleiki burturúr tí.

? Tó kendu tey øll tann føroyska fiskin, tí hann var tann besti av øllum, søgdu tey. Á fiskamarknaðinum stóð tað eisini altíð viðmerkt, hvat var føroyskur fiskur, tí honum vóru fólk óð eftir og hann var altíð uppi fyrst.

? Vit keypa altíð føroyskan fisk og danskt smør, var niðurlagið hjá øllum.

Hilda sigur, at hóast hon kom til Onglands á jólum í 1946, bar tað longu um summarið 1947, at hon ætlaði sær heim aftur til Føroyar at ferðast.

? Men møguleikarnir at ferðast vóru ikki so góðir tá, sum teir eru nú og tað endaðu við, at vit fingu ongan fart heim.

? Og tað var ein skelkur, tí tað var kanska ikki fyrrenn tá, at tað veruliga gekk upp fyri mær, at tað var eitt heilt Atlantshav ímillum meg og Vágsbygd og at bar altso ikki til bara at fara heim, tá ið eg vildi.

?Fyri at bøta um "skaðan?, fóru vit til Belgia at ferðast til fólk, sum Doug var komin at kenna undir krígnum.

? Tað var besta summar eg hevði havt lívinum, tveir mánaðir við brennandi sól, tað var eg ikki von við.

Men í 1960 var so stundin loksins komin, at eg fyrstu ferð skuldi sleppa heim aftur at ferðast.

? Tað hevði tá eydnast okkum at sleppa heim við hesi somu, góðu "Barjamu?. Vermamman var við og sjálv hevði eg tá tvey smá børn og var full upp undir hendur við tí triðja.

?Men aftur hesuferð fingu vit himmalsins ódnarveður.

? Sjógvurin skolaði inn yvir skipið og rann inn í hvørt kamar. Í mínum kamari var sjógvur heilt upp til undirkoyggjuna so vit vassaðu næstan upp undir knæ. Allar hurðar vóru surraðar til so í tveir dagar lá eg innistongd í kamaranum, uttan at hava samband við nakran annan umborð.

?Tað var vart, tí eg hevði heldur ongan mat til tey smáu børnini. Tað einasta, eg hevði, var ein sodavatn, sum eg hevði at leska tey við og hana royndi eg so at drðggja okkum so frægt, sum til bar.

Skiparin var tó so beinasamur, at hann setti meg inn á Vág við mær, hóast "Barjama? skuldi til Havnar.

Men eitt var at koma heim. Eitt annað var at sleppa avstað aftur.

? "Barjama? var farin á land og bleiv vrak, og so vóru góð ráð dýr.

? Vit vóru komin heim í apríl mánaða og skuldi fara til Onglands aftur í Juni. Men vit sluppu so ikki avstað aftur fyrrenn nógv seinni tað summarið, tá ið vit sluppu við Heklu, sum var komin úr Íslandi og skuldi til Glasgow.

Men síðani hevur tað gingið frægari og Hilda hevur verið heima 35 ferðir afturat.

Bæði Doug og børnini trivust væl í Føroyum og tey hava ofta verið her heima og ferðast.

? Serliga tann yngri drongurin, Michael, treivst væl ímillum føroyingar og hann líktust eisini nógv føroyingum í sinni, hann bæði át skerpikjøt, var í grind og tók lut í øðrum, sum fólk tókust við úti á bygd í Føroyum.

? Grindaknív ynksti hann sær, men tað vildu vit ikki, at hann skuldi fáa, tí hann var so lítil. Men einaferð hevði hann fingið eina 10 krónu frá onkrum og hann fór beint at keypa sær størsta dolkin, tey høvdu.

? Og tað var so heppið, at grind kom nakrar fáar dagar aftaná, so hann knívurin kom beinanvegin í brúk.

? Men tann eldri drongurin, hann stóð uppi við kirkjugarðin við spýggjuni í hálsinum, so ymiskir vóru teir.

? Eisini Doug var mangan í Føroyum og altíð skuldi hann niðan á Eggjarnar at hyggja eftir støðini har. Sjálvur var hann radarserfrøðingur í enska flogvápninum undir krígnum og átti síni spor og síni minni uppi á Eggjunum.


Longdist illa

Hilda sigur, at so við og við fall hon betri og betri til í Derbyshire, hon kom at kenna familjuna hjá Doug betri og hon fekk gott samband við grannarnar.

? Og so gjørdi tað ikki støðuna verri, at tey høvdu ikki gloymt meg heima.

? Brøv og pakkar komu í jøvnum streymi við øllum møguligum góðum í og tað var eitt, sum eg gleddi meg eina mest til.

Men tað skerst ikki burtur, at henni longdist rættiliga illa til tíðir. Men hon brúkti ymsar mátar at sleppa um tann ringasta longsulin.

? Onkuntíð, tá ið eg ikki sovnaði - og tað geri enn enn- so fari eg í hugaheiminum líka av Eiðinum og út ígjøgnum alla bygdina, inn í hvørt hús og síggi hvørt fólk fyri mær.

Men hon sigur, at Douglas hevur eisini verið henni ein avbera stórur stuðul í so máta.

? Hóast vit ikki altíð hava havt so nógvan pening um hendi, serliga tey fyrstu árini, so syrgdi hann altíð fyri, at peningur varð settur til síðis, eitt sindur hvønn mánað, so at eg kundi sleppa heim at ferðast.

? Tað var ikki tí, at vit altíð høvdu ráð til tað, men kortini helt hann altíð fast um, at eg mátti sleppa heim at ferðast, so mátti heldur okkurt annað bíða.

? Hann hevði leingi ynskt sær ein bil, og tað royndu vit eisini at savna okkum pening saman til.

Hilda fer at flenna, tí hon sigur, at hon minnist, at arbeiðsfelagarnir hjá Doug argaðu hann hann mangan við hesum vælsignaða bilinum, sum vit royndu at goyma okkum pengar til.

? M.a. argaðu teir hann við at "...nú skal Hilda heim til Føroyar at ferðast, so har reyk róðrið til bilin, ella nú verður ongin motorur í bilinum?..., o.s.fr.? Men bilurin hann kom so kortini.

Hilda sigur, at eitt, sum hjálpir henni ómetaliga nógv er eisini, at hvønn vetur hoyrir hon útvarpið heilt væl, har hon bðr. Tað má vera okkurt í luftini, sum ger tað, men um summarið hoyrir hon tað ikki. Men heilt frá oktober til mars hoyrist útvarpið væl og so lurtar hon eftir tí og situr undir hvørjum orði.

Hon og vinfólk í Føroyum gera eisini nógv burturúr at tosa inn á kasettubond og senda ímillum sín.

Og so hevur hon eisini samband við nakrar aðrar føroyskar konur, ið endaðu í Onglandi uppá sama máta sum hon sjálv. Sjálvandi hevur hon eisini fleiri ferðir havt føroyingar á vitjan.


Eitt gott lív

Nú Hilda er 71 ára gomul, er tað eitt gott lív, hon sær, tá ið hon lítur aftur um bak.

? Eg havi havt eitt gott lív, við einum góðsligum manni og trimum børnum, sum øll klára seg og síni, og sum hava givið henni sjey ommubørn.

? Báðir synirnir undirvísa á universitetum og øðrum hægri skúlum og dótturin hevur alment tænastustarv. Trý av ommubørnunum eru liðug á universiteti, trý ganga á universiteti og tað sjeynda byrjar á universitetinum komandi ár. Børn og ommubørn sær hon nógv til.

? Men so leingi, eg orki, fari eg at koma aftur og aftur.

Men ferðingarhugurin ger, at hon ferðast eisini aðrar leiðir og nú pensjónsárini eru rokkin, eru umstøðurnar góðar ferðast.

?Eg havi verið bæði í Kanada, USA og víða hvar í Evropa. Og í heyst havi eg keypt mær eina ferð til Teilands.

Men hvar hon so ferðast er tað tó eitt, sum liggur fast. Og tað er, at vágbingur, tað verður hon til tað síðsta.


Halda røðu

Av tí, at Hilda hevur verið so oftani heima og ferðast, er jóansøkan ikki so fremmand fyri henni, sum hon er fyri so mangar útisetar.

Hon hevur ofta verið á jóansøku, og tað er serliga kappróðurin, sum hugtekur hana

Tað er ein sera vøkur sjón at síggja allar róðarbátarnar koma skúmandi inn eftir fjørðinum. kanska er tað tí, at eg sjálv búgvi mitt inni í landinum og síggja ikki sjógvin, at eg eri so hugtikin av kappróðrinum. Men Vágsfjørður, hann er eisini vakur í sær sjálvum.

Hóast Hilda ofta hevur verið á jóansøku, verður hendan kortini nakað serligt, tí í ár skal hon halda røðu á hugnaløtu uttanfyri posthúsið leygarkvøldið , tá verður eisini sangur og tónleikur á skránni.