NSÍ megnaði ikki at hála inn á KÍ og HB. NSÍ tók ímóti Víkingi við Løkin í Runavík. NSÍ tapti 1-2, og hava nú átta stig upp til HB. Ein munur sum verður øktur um HB fær stig ímóti B36 í morgin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Hilmar Jan Hansen segði frá málinum hjá NSÍ. Trygvi Mortensen var viðmerkjari.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Árna Frederiksberg.
Fyri Árna Frederiksberg og liðfelagarnar er tað stórt vónbrot at tapa á heimavølli ímóti Víkingi á Eystanstevnu. Árni Frederiksberg heldur, at hann og liðfelagarnir raktu skeivt spenningsstøði undan dystarbyrjan.
Árni Frederiksberg staðfestir, at nú ræður tað um hjá NSÍ at koma á sigursslóðina ímóti Skála á útivølli komandi fríggjakvøld.
Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av málunum hjá Vìkingi, og samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sigfríð S. Clementsen hoyrast HER