Málið um Lindh-morðið byrjar 20. januar

Rættarmálið ímóti manninum, sum er skuldsettur fyri at hava myrt svenska uttanríkisráðharran, Onnu Lindh, byrjar tann 20. januar. Roknað verður við, at viðgerðin fer at taka í mesta lagi seks dagar

Ein 24 ára gamal maður er skuldsettur fyri at hava myrt Onnu Lindh í einum handilshúsum í Stockholm tann 10. september. Hon doyði á sjúkrahúsinum morgunin eftir.
Krister Petersson, ákæri, sigur við Dagens Nyheter, at ætlanin er at avgreiða málið skjótt. Hann roknar við, at ákæruritið verður orðað liðugt miðskeiðis í januar, og tann 20. kemur málið so fyri í rættinum.
At ákæruvaldið hevur skund nú kemst ikki bara av, at svenskir fjølmiðlar vilja hava málið avgreitt sum skjótast, men tað hevur eisini samband við, at tann serligi trygdarsalurin í býarrættinum í Stockholm skal umvælast í næstum.
Gøran Nilsson, býarrættardómari, sigur við Dagens Nyheter, at málið ímóti tí 24 ára gamla manninum fer at taka í mesta lagi seks dagar. Vanliga plagar tað so at taka eina viku, til sjálvur dómurin verður sagdur, og báðir partar fáa so tríggjar vikur til at umhugsa dómin. Sambært Dagens Nyheter er tað longu nú greitt, at taparin fer at skjóta dómin inn fyri hægri rætt.
Løgreglumenninir, sum hava arbeitt við Lindh-morðinum, eru nú í ferð við at fáa tey teknisku prógvini upp á pláss. Teir halda eisini fram við at avhoyra tann skuldsetta, sum framvegis noktar seg sekan.