Føroyska kvinnulandsliðið tapti í dag 5-0 móti Íslandi á Tórsvølli. Úrslitið var ikki í tráð við leikgongdina av dystinum, tí stóran part av dystinum var føroyska liðið væl við leikliga. Í hálvleikinum av dystinum var støðan 1-0 til Ísland.
Her ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði, tá tey fimm málini hjá Íslandi komu. Eisini eru ljóðbrot frá einkultum støðum, har føroyska liðið var um reppið at fáa mál.
At enda er eisini ein samrøða við veteranin á føroyska landsliðnum, Rannvá B. Andreasen. Ljóðbrotið hoyrist við at trýsta á pílin undir myndini.