- Hin føroyski hummarin er sera vælsmakkandi og høgt í metum, men stovnurin er lítil og sera viðbrekin.
Tað sigur Johan Mortensen, sum gjøgnum árini hevur arbeitt nógv við hummara í sínum yrki, eitt nú sum konsulentur.
Hann mælir til at fara aftur til gomlu skipanina, har hummarin verður friðaður fyri veiði helvtina av árinum. Í dag verður hummari veiddur alt árið.
- Við veksandi gastroferðafólkavinnu og áhuga fyri føroyskari gastronomi, eins og við øktum útflutningi til eitt nú Noma pg Geranium er stovnurin undir stórum trýsti.
Johan Mortensen vísir á, at støðan við øðuni er hin sama. Tí mælir hann til betur stovnsrøkt av føroyskum skeljatilfeingi.
- Við øktum sjóvarhita hevði kanska verið møguligt at fingið stóra hummaran at trivist um okkara leiðir, heldur íbirtarin.
Hann heldur, at tað tí kundi verið ein spennandi roynd at innflutt henda hummara livandi úr Orknoyggjunum og Hetlandi og sett hann út í Føroyum.
- Tað hevði á sama hátt verið spennandi at sett út livandi ostrur í Føroyum. Tað hevði verið upplagt at roynt hetta undir skipaðum viðurskiftum, heldur Johan Mortensen.
##med2##