Frem við tveimum føroyskum spælarum í hópinum spældi leygardagin venjingardyst ímóti B93. Nógvur vindur var á Keypmannahavnarleiðini leygadagin, og tað ávirkaði dystin. Einki mál kom í dystinum, men stutt fyri leiklok var Atli Danielsen um reppið at senda eitt fríspark í málið. Atli spældi allan dystin á miðvøllinum. Gunnar Nielsen var eykamálmaður, men hann kom ikki á vøllin hesaferð.