Málleyst í Leirvík

2. deild: Eftir tvey umfør hava leirvíkingar bert fingið eitt stig, og hetta er ikki nóg mikið, um teir aftur í ár ætla sær ein leiklut í toppinum av deildini

LÍF?NSÍ 0?0


Leirvíkingar plaga at teljast millum tey liðini, sum eru við í stríðnum um uppflyting. Tað hevur verið roknað við, at teir aftur í ár skuldu vera í tí bólkinum, men úrslitini higartil boða ikki frá oddastríði.

Eftir tapið í Fuglafirði í fyrsta umfarinum hevði LÍF leygardagin vitjan av næstbesta liðnum hjá NSÍ. Tað endaði málleyst, og leirvíkingar høvdu als ikki eyðsýnda yvirvág.

Eitt sindur undarligt tóktist tað, at LÍF var varðið í útgangsstøðuni og dúvaði upp á snarálopsmøguleikar.

Uppløgdu málmøguleikarnir vóru fáir. Bergur Djurhuus hjá NSÍ kom leysur í vinstru í 1. hálvleiki. Møguleikin at skjóta var góður, men hann tøvdi ov leingi og varð taklaður.

Eftir snarálop hevði Jonhard Høgnesen hjá LÍF góða roynd sum var bjargað á strikuni. Í 2. hálvleiki var LÍF greitt omaná, men uppløgdu møguleikarnir vóru fáir. Fróði Jóannesarson kom inn á liðið hjá NSÍ í 2. hálvleiki, og tað var um reppið, at hann eftir horna skoraði sigursmálið. Men stútarin varð bjargaður á strikuni.

Leygardagin fær NSÍ vitjan av KÍ, meðan LÍF skal suður til Hvalbiar.