Málmaskinan í Klaksvík

Hóast hann eftir summarsteðgin skoraði eina rúgvu av málum og varð toppskjútti, so iðrar Páll A. Klettskarð seg ikki um, at hann higartil ikki hevur fingið landsliðsboð. 22 ára gamli klaksvíkingurin greiðir millum annað frá dreyminum um at verða yrkisspælari, sum var um reppið at verða veruleiki

Fyri nøkrum vikum síðani høvdu vit samrøðu við Clayton Soares. Hann var tá suverenur toppskjútti í EFFO deildini. Clayton endaði sum toppskjútti, men hann er ikki einsamallur á tindinum. Við rimmar endaspurti tók Páll Andrasson Klettskarð seg upp undir liðina á brasiliumanninum. Teir skoraðu báðir 22 mál.

Hugsar tú um møguleikar, sum tú átti at havt umsett til mál, og sum harvið høvdu borið teg einsamallan upp á máltindin?

-Soleiðis er tað altíð, og soleiðis man Clayton Soares eisini hugsa. Eg eri stak væl nøgdur við kappingarárið, og serliga eftir summarsteðgin gekk tað væl. At eg skoraði so nógv mál kemst av, at liðfelagarnir vóru so óførir at leggja upp til mín. Vit spældu rættuliga álopskent. Tá ið vit nú síggja samantaldu tølini, so kunnu vit kanska siga, at vit vóru ov álopskendir. Vit skoraðu fleiri mál enn nakað annað lið, men tað er merkisvert, at tað bara var hjá FC Suðuroy og TB, at tað fóru fleiri mál ígjøgnum enn hjá okkum, og tað er orsøkin til, at vit ikki endaðu hægri enn á fjórða plássi.


Á yrkisrættaðum gøtum

Páll A. Klettskarð er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Mamman, Óluva, er úr Haraldsundi, og hann er uppkallaður eftir abbanum Páll Klettskarð í Haraldsundi. Pápin, Andrass Sólstein, abbin Alex Sólstein og fleiri aðrir í familjuni hava altíð verið millm stuðlarnar í Klaksvíkar hornorkestri. Teir hava verið og eru KÍ viðhaldsmenn, men teir hava ikki verið fótbóltsspælarar. Næsti skyldmaðurin á fremsta KÍ liðnum man vera ommubeiggin Ólavur Thomsen,sum var tiltikin miðverji á 66-liðnum.

Páll A. Klettskarð er føddur 17. mai 1990 ella knappar fýra mánaðir undan tiltikna Landskrona sigrinum á Eysturríki. Hann hevur altíð verið bitin av bóltinum, og tað hevur ongantíð verið ivi um eyðsýndu evnini og møguleikarnar hjá unga manninum, sum kennist vera í góðari javnvág við seg sjálvan og svarar umhugsað og skilagott, tá ið vit seta honum stevnu.

Áhugin fyri fótbólti og eyðsýndu fótbóltsevnini vóru orsøk til, at Páll á sumri í 2007 flutti til Keypmannahavnar at ganga í studentaskúla og at spæla fótbólt.

-Todi Jónsson var áhugaður í at knýta ungar føroyskar spælarar aftrat FC Amager, sum hann stóð á odda fyri. Jákup í Stórustovu vísti á Hans Jørgensen, Erling Jacobsen og meg. Vit skrivaðu lærlingasáttmálar við FC Amager. Hetta bar við sær, at vit gingu í spildurnýggja Ørestad gymnasium, og at vit spældu fótbólt. Hetta var spennandi, og eg haldi eisini, at tað var mennandi, men tað var eisini strevið. Seinnapartarnar fóru vit beinleiðis úr skúlanum og til venjingar, og so fóru vit til hús. Vit búðu í íbúð saman, so tá ið vit komu til hús, snúði tað seg um matgerð, at vaska og at gera skúlating. Tað vóru ikki stundir til so nógv annað. Vit kendu okkum ikki uttanfyri í skúlaflokkinum, men vit luttóku ikki í sosialu tiltøkunum, greiðir ungi maðurin frá.

Tá vit spyrja, um hann iðrar seg um, at hannso blaðungur flutti til Danmarkar at spæla fótbólt, so svarar Páll A. Klettskarð soleiðis:

-Eg eri fegin um at hava búð í Keypmannahavn og at hava brúkt danska málið so nógv. Tað verður heilt víst ágóði seinni. Eg droymdi um at verða professionellur fótbólsspælari, og eg kendi tað sum forrætt at sleppa at royna hetta. Todi Jónsson hjálpti okkum væl, og vit komu allir á besta liðið, sum flutti upp úr triðibestu og í næstbestu deildina. So var tað, at felagið fór á húsagang. Tað kendist rættuliga undarligt. Vit vandu henda fyrrapartin – eg haldi at tað var ein leygarmorgun. Støðan hjá FC Amager hevði verið nógv frammi í pressuni, men tað kom kortini óvart á, tá ið Todi Jónsson kom út á vøllin og segði okkum, at nú var eingin framtíð í FC Amager.

Og hvat so?

-Vit vóru ikki lidnir í skúlanum, so vit hildu fram í Keypmannahavn. Hans Jørgensen fekk sáttmála við Herfølge, og Erling og eg royndu okkum fyrst í Frem, men so fluttu vit til Vanløse, har Michael Madsen, sum hevði verið venjari hjá okkum í FC Amager, var venjari. Har komu vit á liðið, men tað var ikki so seriøst, sum tað hevði verið í FC Amagar. Vit vandu tríggja ferðir um vikuna, dystirnir vóru leygardag, og spælararnir tóku tað ikki í so stórum álvara, sum vit høvdu upplivað tað í FC Amager.

Spøkir dreymurin um at verða fulltíðar yrkisspælari framvegis?

-Mær dámar stak væl at spæla fótbólt, og tað ætli eg at halda fram við. Síðani eg var liðugur í studentaskúlanum havi eg verið í Føroyum aftur, og meðan eg arbeiði hjá Kanjon, hugsi eg um útbúgvingarmøguleikarnar. At verða fulltíðar yrkisspælari er sera stór avbjóðing, og teir eru fáir, sum koma ígjøgnum tað nálareygað. Eg havi stóra virðing fyri eitt nú Jákupi Mikkelsen og Toda Jónsson, sum hava vunnið danska meistaraheitið, og sum hava prógvað, at tað ber til hjá føroyskum spælarum at røkka langt. Tá ið tíðin á Ørestad studentaskúlanum var liðug, valdi eg at flyta heim aftur. Eg veit ikki, hvussu langt tað hevði borið, um FC Amager hevði fingið blíðari lagnu. Tað fáa vit ongantíð at vita.


Aftur á heimabeiti

Tað var í Víkingi,at Páll A. Klettskarð lendi fótbóltsliga, tá ið hann í 2010 við studentahúgvuni á høvdinum kom aftur til Føroya.

-Tað vóru tvær orsøkir til tað. Onnur var tann, at KÍ var í næstbestu deildini, og tí kendist tað ikki so spennandi og mennandi at fara til Klaksvíkar júst tá. Erling Jaccobsen, sum nú er miðverji í Víkingi, og eg búðu saman. Víkinga venjarin Jógvan Martin Olsen tosaði nógv við Erling, og tí lá tað so at siga til høgra beinið, at eg fór at venja við Víkingi. Har líkaði mær væl at vera, men tað var torført at gera seg galdandi. Eg spældi eitt sindur seinnu hálvu í 2010, men tað var eingin ivi um, at Finnur Justinussen var fyrsta val í álopinum. Í uppstartinum til 2011 varð eg skaddur, og tað oyðilegði stóran part av tí kappingarárinum.

Og nú ert tú aftur á heimabeitinum?

-Tað eri eg ógvuliga fegin um. Í KÍ hava tey tikið væl ímóti mær. Eg spæli saman við teimum, sum eg eri uppvaksin saman við, og vit eru vísir í, at tað eru stórir møguleikar í liðnum.

Men tað gekk illa hjá tær fyrstu umførini?

-Vit høvdu ilt við at koma fyri okkum. Eg styrkisvandi í Yndi, og tað gekk væl í venjingunum á vøllinum, men tað var trupult at fáa hol á, bæði hjá liðnum og hjá mær. Tá ið tað er tungt, so ávirkar tað sinniliga, og sjálvsálitið fær skot fyri bógvin. Eg veit ikki, hví tað var soleiðis. Onkur heldur, at vit kendust vera tungir og merktir av nógvari venjing. Tað dugi eg ikki at meta um, men tá ið tað glapp, so royndist tað ógvuliga væl. Eg havi skrivað tvey ára sáttmála við KÍ, og vit eru sera spentir upp á, hvussu tað fer at ganga næsta ár. Nú hvíla vit okkum í nakrar dagar, og so fara vit so smátt at fyrireika okkum. Í fyrstu atløgu verður tað við styrkisvenjingum.


Altjóða luttøkan

Teir, sum í kvøld fara á vøllin at stríðast fyri Føroyar ímóti Svøríki, hava mest sum allir tað til felags, at teir eru mentir til altjóða avbjóðingina við at spæla á yngru landsliðunum.

Páll A. Klettskarð hevur nógvar royndir í altjóða fótbólti. Hann hevur umboðað Føroyar á U-17, U-19 og U-21 landsliðnum. Nú tað verður farið undir nýggja U-21 undankapping, er Páll ov gamal at vera við. Harvið er einasti møguleikin fyri at vera við í altjóða fótbólti at verða úttikin til A-landsliðið.

Hugsar tú um tað?

-Í dag er ætlanin at fara at hyggja at landsdystinum. Onkur hava sagt við meg, at tey ikki skilja, at eg ikki eri úttikin. Soleiðis hugsi eg ikki sjálvur, men um landsliðsvenjarin hevði sent boð eftir mær, so hevði eg sjálvandi verið fegin um tað. Einki er størri enn at umboða føðilandið. Mær er sagt, at landsliðsvenjarin í sambandi við úttøkuna nevndi, at hann hugsaði um mannin í Klaksvík, sum hevði skorað nógv mál, og tað sigur mær, at møguleikin er har. Men eg eri ungur enn, so nú fáa vit at síggja. Mær dámar væl at spæla fótbólt, og tað er drívmegin.

Málmaskinan í Klaksvík hevur leingi snarað við fullari ferð. Endaspurturin var trý mál í 27. umfari, tá ið KÍ vann 7-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Fyrsta málið skoraði hann í 6. umfari, og síðani helmaði hann ikki í. Burtursæð frá 13., 18., 19, 23. og 24. umfari, so var hann á blettinum eina og fleiri ferðir í hvørjum umfari. Hann skoraði ímóti øllum feløgunum uttan EB/Streymi, og tað er eingin ivi í, at tað búgva nógv fleiri mál í unga og skilagóða klaksvíkinginum.



Páll Andrasson Klettskarð

Føddur 17. mai 1990

2007-2009 KÍ (einstakar dystir)

2007-2010 FC Amager

2010-2011 Víkingur 13 mál

2012- KÍ 22 mál

2005-2006 10 U17 landsdystir – 2 mál

2007-2008 6 U19 landsdystir

2009-2012 14 U21 landsdystir