Málmenninir eru báðir úr Klaksvík

Í nógv ár hava Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen verið fremstu málmenn í landinum. Teir hava eisini gjøgnum meginpartin av 90unum og fram til í dag verið landsliðsmálmenn. Aðrir málmenn hava verið inni í myndini av og á, men eingin ivi hevur verið um, at teir hava átt landsliðsplássini í meira enn 10 ár.Nú er Jens Martin Knudsen givin sum málmaður á landsliðnum, og til dystin mikukvøldið eru tað tveir klaksvíkingar, sum eru málmenn. Jákup Mikkelsen, sum spælir fyri B36, er trygt fyrstaval til málmansplássið, og nú er Meinhardt Joensen úr KÍ fyrstu ferð við sum eykamálmaður.