Um tvey tíðina leygarnáttina varð ein maður tikin fyri at koyra ávirkaður í Havn. Og: Leygarnáttina um trý tíðina fekk løgreglan boð um innbrot í einum sethúsum. – Slík tíðindi hoyra vit regluliga í loftmiðlunum ella at síggja á tíðindaportalum. Mánamorgnar hoyra vit av og á løgreglumenn greiða frá, hvussu skilið hevur verið í býnum um vikuskiftið. Tá hoyra vit javnan orðini leygarnátt og fríggjanátt – men tá kann lurtarin vera í iva um, hvussu væl tann, ið tosar ella spyr, dugir sítt móðurmál, t.e. hvørjar nætur meinast við.
Næturnar eita altíð eftir degnum, sum kemur aftaná, so leygarnátt er náttin fyri leygardag á føroyskum, t.e. millum fríggjakvøld og leygarmorgun. Stundum siga fólk leygarnátt, tá ið tey meina sunnunátt, t.e. náttina fyri sunnudag, – við tí í huga, at leygardagur røkkur líka til sunnumorgun. Men so er ikki. Náttin fyri sunnudag nevnist sunnunátt. Náttin fyri mánadag mánanátt o.s.fr.
Eitt nú verður á eini heimasíðu sagt um Náttarravnarnar, at teir ganga vakt í býnum fríggjanátt og leygarnátt í Havn. Har eigur tað óivað at vera “leygarnátt” og “sunnunátt”.
Her loypir ávirkanin úr donskum fløkju í, tí á donskum merkir t.d. “fredag nat” náttin fyri fríggjadag o.s.fr. Í føroyskum er tað ikki so. Tað eru mong, ið ikki eru greið um tað, og tí kann misskiljing koma í.
Her kann nevnast, at donsku orðini julenat og nytårsnat merkja tað sama sum i føroyskum, t.e. “náttin fyri jóladag” og “náttin fyri nýggjársdag”. Tað bendir á, at tað, ið verður nýtt í føroyskum, er tað upprunaliga.
At enda skal verða mint á, at tað eitur ikki náttina til í gjár, men gjáranáttina.