Málráðið er ein av teimum stovnum, felagssakapum og einstaklingum, sum hevur gjørt viðmerkingar til uppskotið um Stjórnarskipan Føroya. Málráðið hevur serliga bitið merki í, hvussu uppskotið er skrivað í mun til kynini.
– Málráðslimir hava við áhuga lisið stjórnarskipanaruppskotið og hava lagt til merkis, at orðini løgtingsfólk og landsstýrisfólk eru komin í staðin fyri løgtingsmaður og landsstýrismaður, sum annars hevur verið vanligt í føroyskum lógarsmíði. Tað fegnast limirnir um, tí tað virkar við til, at øll, bæði menn og kvinnur, kenna seg aftur í uppskotinum, og tað hevur sjálvandi týdning fyri eina stjórnarskipan, skrivar Málráðið í viðmerking.
– Harvið er sjálvandi ikki komið á mál, t.e. at lógarmálið er ikki blivið kynsuttanveltað. Málráðið fer tí at heita á tykkum um framhaldandi, í sambandi við stjórnarskipanina og lógarsmíð sum heild, at virka fyri, at lógarmálið í so stóran mun sum gjørligt verður uttanveltað í mun til kyn. Eitt nú eigur at vera miðað eftir, at maður ikki verður brúkt einsamalt, men at fólk verður brúkt í staðin, ella bæði maður og kvinna, skrivar Málráðið.