Hallur Hansson spældi allan seinna hálvleik, tá AaB og svenska Helsingborg IF spældu javnleik 3-3 í venjingardysti í Portugal.
Meðan føroysku landsliðsspælarnir eru í Thailandi í landsliðslegu, so er Hallur Hansson við danska Superliga felagnum hjá sær í Portugal á venjingarlegu.
Í dag vísti TV3 Sport1 beinleiðis frá norðurlendsku uppgerðini. Hallur Hansson byrjaði á bonkinum. Tá hann kom á vøllin til seinna hálvleik var Helsingborg á odda 3-1.
Við málum frá Jeppe Curth og Mathias Wichmann eydnaðist AaB at fáa ein javnleik. AaB hevur eisini spælt móti Elfsborg, men tá var Hallur Hansson ikki við.
AaB-Helsingborgs I.F. 3-3 (1-2)
1-0 Søren Frederiksen, 25
1-1 Mattias Lindström, 39
1-2 Ardian Gashi, 45
1-3 David Accam, 46
2-3 Jeppe Curth, 74
3-3 Mathias Wichmann 80