Málskjótingin var størsti veikleikin í dag

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr tað, sum fimmmálsskjúttan hjá Kyndli, Anna Brimnes segði aftaná tapið ímóti Neistanum

Neistakvinnur hava fyribils vunnið sær ein fyrimun í FM-stríðnum. Í dag vann Neistin 19-14 (10-7) ímóti Kyndli, og eru neistakvinnur nú fýra stig frammanfyri Kyndil í hvonndeildini, og eru garanteraðar eitt pláss í FM finaluni.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis við fimmmálsskjúttan hjá Kyndli, Annu Brimnes aftaná tapið ímóti Neistanum.

 

Anna Brimnes staðfestir, at tað ber ikki til at vinna ein dyst ímóti Neistanum við bert at skora 14 mál. Talan er um sama tal av málum, sum kyndilskvinnur skutu í einum hálvleiki í steypafinaluni ímóti Neistanum. Á jaligu síðuni heldur Anna Brimnes, at verjuspælið var nøktandi. 

 

Anna Brimnes er vís í, at Kyndil kemur uppá hestin aftur, tá tær taka ímóti VÍF komandi mikukvøld.

 

Støðan:

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin164223239928
2Kyndil153683046424
3VB15400401-117
4VÍF14357362-513
5Stjørnan16343430-876
6StÍF16310380-704