Aftaná 1-2 tapið hjá AB ímóti NSÍ úti í Vika á Argjum í kvøld fekk Hilmar Jan Hansen orðið á málskjúttan hjá AB, Patrik Johannesen, sum mátti av vølli stutt aftaná hann hevði javnað til 1-1. Tað vísti seg, at Patrik Johannesen hevði givið nógv í taklingunum og nærdystunum, og mátti tí fara út við einum snuddi.
Hóast tapið, og hóast AB er fimm stig undir niðurflytingarstrikuni, so er Patrik Johannesen bjartskygdur. Ungi áleyparin heldur, at AB vísti nógv gott spæl ímóti NSÍ í dystinum í kvøld, og Patrik Johannesen heldur, at tað sær leikliga gott út til komandi dystirnar.
Patrik Johannesen fegnast eisini um málið hjá sær, og greiðir frá hvussu málið kom.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Patrik Johannesen á Rás2 aftaná dystin á Argjum í kvøld.