Málslig intoleransa skeiklar almenna kjakið

Føroyska málið eigur ikki at nýtast sum eitt ekskluderandi vápn men heldur sum ein amboðskassi í konstruktivum kjaki

Petur Pólson hevði undan páskum eina áhugaverda grein, sum millum annað snúði seg um loynimálið, ið verður nýtt á fartelefonum. Hann hevði nakrar áhugaverdar eygleiðingar, ið eg fari at gera viðmerkingar til. Hetta er ikki eitt beinleiðis aftursvar til Petur, men skal heldur lesast sum nakrir supplerandi tankar um hetta evnið.
Petur skrivar, at "vit hava eisini máldogmur og polemikk, sum gera málið til ein eksklusivan klubba, har bert tey, sum tosa reint og estetiskt rætt mál sleppa við."
Hetta er eitt sera vælkent og útbreitt fyribrigdið, at málið (kanska serliga tað føroyska) verður mangan nýtt sum eitt torturinstrument heldur enn eitt konstruktivt amboð. Nógv vilja nýta málið sum ein hamara og smíða sær eini hús. Onnur taka hamaran í hond og bróta skallan á teimum, ið ikki duga at stava ella at málbera seg. So kunnu tey vakna hvønn morgun og takka Gudi fyri, at tey duga at stava og seta orð saman í vakrar og meiningarfullar setningar.
Málið gerst tá eitt endamál í sær sjálvum heldur enn eitt amboð, ið skal nýtast at røkka einum øðrum endamáli. Samskifti eigur altíð at vera endamálið, og málið er tað týdningarmiklasta amboðið, sum vit nýta í samskifti millum menniskju.

Mál er vald
Tað er ein sannroynd, at tað eru tey, ið fæstu duga at stava og málbera seg á góðum, røttum føroyskum. Hetta hevur við sær, at fleiri gløgg høvd eru útihýst úr tí "eksklusiva klubbanum", sum nøkur málkøn hava sett á stovn. Tað eru so nógv klók og intelligent fólk, sum ikki hava eginleikan at stava og skriva, og tey eru tí útihýst úr tí føroyska kjakinum.
Málið verður nýtt at lýsa veruleikan, sum vit uppliva hann. Trupulleikarnir standast, tá tað góðkenda skriftmálið ikki reflekterar tað tosaða málið á mannamunni. Tá fáa vit nevniliga trupult við at formulera veruleikan, sum vit uppliva hann. Og so hava vit í veruleikanum mist meira, enn vit hava vunnið.
Hetta hevur við sær, at ein stórur skattur av vitan og hugmyndum ongantíð verður varpaður út til tann breiða skaran av fólki, ið møguliga kundi havt áhuga fyri tí. Vit fáa við øðrum orðum ongantíð gagnnýtt eitt stórt tilfeingi, sum einstaklingar liggja inni við. Vit fara ongantíð at kenna ágóðan av hesi vitan, av tí at hon liggur undir lási og ongantíð sleppur at ríka gerandisdag okkara. Tað, at man ikki dugir at stava, merkir ikki, at man ikki dugir at hugsa og at man ikki hevur visiónir eins og tey "skriftlærdu".
Vit hava í dag eina elitu, sum í veruleikanum hevur patent uppá at definera veruleikan á skrift. Ein bólkur av fólki hevur vald til at definera veruleikan í kraft av málinum. Um tú dugir málið til fulnar, hevur tú eisini eina rættiliga sterka positión í tí almenna kjakinum, og hendan valdspositión kann skeikla valdsjavnvágina í bardaganum millum meiningar og hugsanir.

Mastodonturin
Petur Pólson skrivar víðari, at "onkursvegna finst ein málslig fundamentalisma, og tað stuttliga við hesum er, at við tíðini gerast hesir persónar dinosaurar og afturhaldskreftir."
Her hugsi eg, at tann toppstýrda menningin og tann puritanski fornnorrøni hugburðurin við tíðini er blivin eitt haft um beinið hjá tí føroyska málinum, sum liggur í eini spennitroyggju á einum sinnissjúkrahúsi. Tað sleppur bert at virka innanfyri nakrar ávísar karmar, ið eru defineraðir av onkrum, sum hevur eina hugsjón um eitt "reint" føroyskt mál.
Fortreytin fyri einum livandi og dynamiskum máli er, at tað allatíðina sleppur at mennast á einum liberalum grundarlagi. Tað føroyska málið er komið fyri at vera, og tað ikki hvørvur sum døgg fyri sól orsakað av einum liberalum málpolitikki, sum onkur kanska óttast.
Tað er í grundini løgið, at orð, sum verða nýtt um alt Norðurevropa, ikki kunnu skrivast á føroyskum. Tey eru ikki at finna í nakrari føroyskari orðabók, men tey verða nýtt hvønn tann einasta dag, tá føroyingar samskifta sínamillum. Avleiðingin er, at tað føroyska málið verður fátækari og at enda turrgelt. Vit hava fingið ein mastodont, ið ikki er til at vika.
Eg havi stóra virðing fyri okkara málkønu, sum royna at menna og hjúkla um tað føroyska málið. Tað er nøkrum eldsálum fyri at takka, at tað føroyska málið yvirhøvur er á lívi, og at vit í dag kunnu samskifta á okkara egna máli.
Tó eiga vit ikki í dag at fella í hina grøvina, har tað bert ræður um at tosa málið rætt, men har vit gloyma innihaldið, ið altíð eigur at koma í fremstu røð. Eg haldi ikki, at málið missir nakað, um vit loyva fleiri at fáa lut í okkara vælsignilsi.
Eg fari ikki at proklamera meg sum militantan málrelativist, men eg haldi, at tað er syrgiligt, at fólk uttan bókligar førleikar hart og brutalt verða útihýst úr tí almenna kjakinum orsakað av einum hugburði, ið sigur, at dugir tú ikki at stava ella at formulera teg nóg væl, skalt tú ikki deila tínar hugsanir við onnur menniskju gjøgnum tann skrivaða miðilin.