Tvørtjóða víðgongdur flokkur í Evropasamveldinum, sum m.a. Emma Bonino umboðar, hevur sett fram eina samtykt til Evropatingið, har ið m.a. dentur verður lagdur á
? at tolking og týðing fer við 33% av tingsins fíggjarætlan.
? at tá ið Kýpros, Malta, Kekkia, Pólland og Ungarn eru komin upp í Evropasamveldið, fara almennu málini at økjast úr 11 upp í 15, men talið á málsligum tolkingarsamansetingum økist úr 110 upp í 210.
? at koma Slovenia, Estland, Lettland og Litava uppí, økist talið á almennum málum úr 15 upp í 19; tolkingarsamansetingarnar verða tá 342.
? og koma so eisini Slovakia, Rumenia, Bulgaria, Albania, Kroatia, Serbia og Bosnia uppí, verða 25 almenn mál og tolkingarsamansetingarnar 600.
? at henda stigvísa málsliga øking ikki einans verður at ávirka fíggjarætlanina, men fer eisini upp um markið fyri virkisførinum hjá teirri tolkingarskipan, ið er.
? at við 11 almennum málum kann eitt brúmál (millumál) í tolkingar- og týðingarskipanini minka talið á málsligu samansetingunum úr teimum 110, sum nú eru, niður í 10, og við 25 almennum málum úr 600 niður í 24.
Víst verður á
? at við sínum meir enn 100 árum á baki hevur málið esperanto roynst sum ein einfaldur og virkin miðil til millumtjóða samskifti á jøvnum føti.
? at samanborið við etnisk mál, tey kalla, er esperanto einki kappingarmál, men varðveitir og verjir sostatt eitt og hvørt av teimum málunum, ið eru.
? at við trý ymisk høvi, í 1954, 1985 og 1993, hevur UNESCO alment stuðlað millumtjóðamálið, esperanto, sum miðil fyri friði og javnstøðu.
? at tað fyrireikandi virðið, ið esperanto hevur, til at læra onnur mál er váttað við rættiliga mongum kanningum og fróðskaparligum rannsóknum, eitt nú av italska undirvísingarmálaráðnum (memo nr. 126, apríl 1995).
Mælt verður til
? at nevndin setur í verk eina royndarætlan, har ið øll lond í samveldinum fremja undirvísing í fremmandamálum við lestri í esperanto.
? at nevndin setur í verk lestur í einum gjørdum máli sum esperanto sum øðrum ella triðja máli, har ið undirvíst verður í landsparta- ella minnilutamáli sum fyrsta máli og tjóðar- ella almennum máli sum øðrum máli, í øllum grundskúlum og miðnámsskúlum í Europasamveldinum.
? at aðalskrivstovan setur í verk eina kanning av hentleikanum, búskapar- og fíggjarligu táttunum við at seta eitt gjørt mál sum esperanto sum brúmál og løgligt tilvísingarmál í tolkingar- og týðingarskipanini, serliga at royndarnýta esperanto sum brúmál til týðingar.
? at nevndarforsetin letur hesa samtykt til ráðsforsetan, umboðsforsetan, leiðararnar og undirvísingarmálaráðharrarnar í limalandanna tingum.
Jeffrei Henriksen
hevur stytt og týtt
úr Esperanto-nyt 2/1998
Uppískoyti. Ikki bert til møguligar tingingar við Evropasamveldið í framtíðini, men longu sum er til millumtjóða samskifti, persónligt ella handilsligt, er esperanto ein hentur miðil, greitt og lættari at læra enn onnur fremmandamál. Málið verður lisið mangastaðni í heiminum á skeiðum, miðnámsskúlum eins og fróðskaparsetrum. Karlskoga Folkhögskola (Box 192, SE-691 24 Karlskoga - Telf. +4658664600 - fax +4658664622) hevur umframt aðrar greinar eisini eina serliga esperantolinju, har ið tað ber til at læra málið og nýta tað í verki. Annars skal ikki so øgiligt áræði til sjálvur at lesa sær tað til í føroysku Esperantobókini, sum um Bókamiðsøluna fæst í bókahandlunum.
JH