Málturkur á Toftum

Væl upplagda HB skal vitja á Svangaskarði, har teir hava sera ilt við at vinna málið hjá mótstøðuliðunum

Tey fyrstu fimm umførini var gongdin hjá B68 og HB ikki so ólík. Bæði liðini fingu góða úrtøku. Síðsta vikuskifti vísti pílurin hvønn sín veg. HB fekk fult í Vági, har teir ikki høvdu fingið so góða úrtøku síðani 1991. B68 fekk einki á heimavølli ímóti FS Vágum, sum frammanundan hevði tapt allar fimm ferðirnar, sum teir høvdu verið á Svangaskarði.
Tølini siga, at higartil hevur einki verið at finnast at verjuspælinum hjá B68. Færri mál eru farin ígjøgnum hjá Alberti Sævarsson, enn tað eru farin ígjøgnum hjá nøkrum øðrum málverja. Hesa ferð er Hans Fróði Hansen, sum seinastu vikurnar hevur verið sera sannførandi, leikbannaður, og tískil verður neyðugt við broytingum í miðverjuni.
Tað er illa statt við álopspartinum hjá B68. Í seks royndum hava teir bara fingið fimm mál. Eina ferð hava teir skorað upp á brotsspark, og tvær ferðir hava mótstøðumenninir átt síðsta fótin á. Tað vil siga, at B68 menninir, sum plaga at skjóta nógv mál, higartil í ár bara hava fingið tvey mál í gásareygum vanligum spæli, og tey eru bæði skorað eftir hornaspark.
Einki er frætt um, at B68 hevur nakran jokara at seta í álopið. Einasti nýggi maðurin hesa ferð er gamal kenningur. Jákup Eli Olsen hevur búð uttanlands síðsta árið, men nú er hann fluttur aftur til Føroya, og hann verður í fjúrtan manna liðnum hjá B68 í morgin.

Jón Rói saman við vinmonnunum
Hjá HB stendur heilt væl til. Bæði á støðutalvuni, har teir eru fremstir, og hvat fólki viðvíkur. At teir hava nógv at vela ímillum sæst aftur í, at tað ikki tykist hava gjørt mun, at Jan C. Dam, Kári Nielsen og Nicu Dogaru, ið allir vóru fastir menn fyrsta partin av kappingarárinum, framvegis eru skaddir. Kári verður ikki við fyrrenn eftir summarsteðgin. Nicu hevur trupulleikar við knænum. Hann hevur vant eitt sindur, men enn er óvist, hvussu tað verður við honum. Jan venur við fullari ferð, men teir rokna ikki við, at hann verður við á Toftum.
Fyrr í vikuni sást Jón Rói Jacobsen, sum er heima í stuttari summarfrí, venja saman við gomlu liðfeløgunum. Hetta setti beinanvegin ferð í søguna um, at hann fer at spæla við vinmonnunum ímóti B68. Men tað fer hann sambært okkara HB keldu ikki. Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen royndu í onkrari av fyrstu summarfrítíðunum, eftir at teir vóru farnir úr Klaksvík, at hjálpa KÍ, men tað hilnaðist einki serligt, og hjá Jón Róa er tað ivaleyst best at kobla frá, soleiðis at hann verður hundrað prosent um tvær vikur.