1 rullusteik (uml 1 kg)
2 dl hvítvín
2 dl kókað vatn
2 spsk olivenolju
1 bótarmola av oksakjøti
1 leyk
Rivið skal av 1 appelsin
appelsinsúltutoy
4 fed hvítleyk
25 g persillu
Timian
Rosmarin
Salt
Pipar
1 ½ dl róma
margarin
3 spsk hveitimjøl
500 g epli
250 g gularót
Rullusteik
Hita oljuna á eini djúpari pannu
Brúnka steikina í 10 min við góðum hita
Krydda við 2 fed av hakkaðum hvíttleyki, rivnum appelsinskali, væl av timian, eitt sindur av rosmarin, salt og pipari meðan stokt verður
Brót bótarmolan í kókandi vatni og oys yvir steikina saman við hvítvíni og skorna leykinum
Steikin og soðið verður lagt í steikigrýtu við loki á og sett í ovnin við 150 stigum í 2 tímar. Tá bótin verður tikin til sósina, eigur nakað av kókandi vatni at latast í aftur steikigrýtuna
Tipp: 10 minuttir undan servering verður steikin tikin úr ovninum og løgd í fat við reinum viskistykki omanyvir
Epli og gularøtur
Flys eplini og gularøturnar – sker gularøturnar í stórar bitar
Kóka eplini í 30 min. Seinastu 15 minuttirnar verða gularøtur koyrdar í. Koyr salt í vatnið, tá kókað verður
Koyr væl av margarini á pannuna
Hakka 2 fed av hvíttleyki og koyr á pannuna saman við persilluni
Koyr eplini og gularøturnar á pannuna 15 min – vend við jøvnum millumbilum
Tipp: Tá flust epli verða kókað, gerast tey fastari, um ein tsk. av eddiki verður latið í vatnið, áðrenn grýtan verður sett á kók
Sós
25 g av margarini verður brúnkað í grýtuni
Rør saman við 3 spsk hveitmjøli
Bótin av steikini verður rørd í javningin so við og við
Lat appelsinsúltutoy í
Smakka til við salti og pipari
Koyr róman í
Er sósin ov tjúkk, kann hon tynnast við kókandi vatni
Lita sósina
Tipp: Tá sós verður uppbakað, eigur hon at sleppa at kóka, so hvørt sum væta verður latin í javningin
Hav hvíttvín afturvið