Mín ólavsøka: Klæmint Andrasson Olsen svarar spurningum

- Tá NSÍ vann steypafinaluna ímóti HB í 2002 í allarbesta ólavsøkuveðri

 

 

- Hvat hevur ólavsøkan at siga fyri teg?

Ólavsøkan hevur altíð verið ein náttúrligur partur av mínum lívi. Omma og abbi úr móðurætt búðu í Havn, so eg havi verið á ólavsøku mestsum hvørt ár av mínum lívið. So uttan at hava hugsað stórvegis um tað, hava hesir tjóðardagar havt nógv at siga fyri meg.

 

- Hvat er tað besta við ólavsøkuni?

Tað hevur altíð verið fastur táttur at samlast sum familja heima hjá ommu og abba og búleikast har alla ólavsøkuna. Serliga stuttligt var tað í barnaárunum, tá ið øll syskinabørnini vóru samlað í lítlu húsunum í Jóannesarpætursonargøtu. Annars var basarurin uppí í KFUM hæddarpunktið tey yngru árini. Spennandi var at vinna, og tað var stúgvandi fult av fólki.

 

- Hvat er tað ringasta við ólavsøkuni?

Tað ringasta við ólavsøkuni er nokk, at tað til tíðir ganga børn og ung heilt niður í 12 ára aldur, rúsaði á gøtuni. Tað er trist. Út yvir tað, kann eg ikki siga nakað ringt um ólavsøkuna.



- Hevur tú eitt serligt ólavsøkuminni?

Av tí at ólavsøkurnar hava verið so nógvar, eru nógv góð og stuttlig minni. Allar tær góðu løturnar heima hjá ommu og abba eru gull verdar. Men eitt tað størsta og besta minnið hjá mær er, tá NSÍ vann steypafinaluna ímóti HB í 2002 í allar besta ólavsøkuveðri.