Undrunarvert er tað, at hesa seinastu vikuni upp undir Festivalin við Múrin, er prísurin lækkaður so mikið nógv, at nærum allar føroyskar fyritøkur fáa atgongumerki fyri heilar 700 kr. minni enn tann vanligi føroyingurin. Starvsfólkini hjá Føroya Banka, SMS og Elektron er ímillum tey, ið hava fingið tilboð um at keypa atgongumerki til festivalin við Múrin fyri ávikavist 500 og 700 krónur. Í handlunum kosta atgongumerkini heilar 1250 krónur. Keldur frá einum av nevndu fyritøkunum siga soleiðis við Sosialin.
-Fyrireikarar av festivalinum við Múrin bjóðaði okkum at keypa so nógv atgongumerki sum vit vildu fyri 500 krónur. Einasta treytin var, at vit rindaðu atgongumerkini næsta dagin.
Sostatt fylgdu ongar treytir við lága prísinum um hvør kundi ogna sær bíligu atgongumerkini og ikki, men bert, at peningurin skuldi rindast sum skjótast.
Lata bílig atgongumerki fyri veitingar
Spurdur hvør orsøkin er til, at Festivalurin við Múrin nú letur atgongumerki við stórum avsláttri, svarar Mark Joensen, fyriskipari, soleiðis.
-Vit hava givið fyritøkum møguleikan at keypa atgongumerki fyri 500 krónur aftur fyri veitingar av ymsum slag, sigur Mark Joensen, ið ikki kann vísa á hvørjar veitingar talan er um.
Men sambært okkara keldum innan fyritøkurnar er hetta ikki tann fulli sannleikin. Keldur okkara siga, at tey als ongar veitingar hava latið fyri bíligu atgongumerkini, og at ongar treytir vóru settar fyri, hvørt tey bíligu atgongumerkini skuldu latast starvsfólkum ella ikki. Eisini verður sagt, at starvsfólk og onnur fingu møguleikan at skriva seg upp til so nógv atgongumerki, ið teimum lysti.
-Vit hava onga áhuga í at lata summi fáa atgongumerkini fyri minni kostnað enn tey, ið hava stuðla okkum frá byrjanini og við fullum kostnaði. Men vit vilja vísa teimum føroysku fyritøkunum, at vit vilja samstarva við tey í framtíðini, sigur Mark Joensen við Sosialin.
Ikki brot á lógina
Hóast tað kann tykjast løgið, at prísurin á atgongumerkjunum broytist frá degi til dags, so er hetta kortini ikki brot á nakra lóg. Fyriskiparar hava fullan rætt til at selja atgongumerki fyri tann prísin teimum lystir.