Seks stór bingjuskip hjá Mærsk, sum vórðu løgd í Skotlandi í fjør, eru farin í sigling aftur. Felagið hevur havt størri framgongd, enn roknað varð við í ár. Í fjør gekk tað so illa við heimshandlinum, at AP Møller-Mærsk fyri fyrstu ferð nakrantíð legði seks bingjuskip, tí brúk var ikki fyri teimum. Nú eru øll skipini farin at sigla aftur.
- Vit roknaðu við, at 2010 fór at verða betri enn 2009, men vit høvdu ikki roknað við, at tað fór at ganga so skjótt rætta vegin, sigur Søren Andersen, varastjóri í Mærsk Line, við DR.
Í fjør hevði AP Møller-Mærsk hall á hálva sættu milliard krónur, og tað var ein orsøk til, at bingjuskipin vórðu løgd. Felagið spardi meira enn 100 milliónir krónur upp á lønir og brennievni við at leggja skipini.
Skipini, sum nú eru farin aftur í sigling, skulu flyta vørur millum USA og Fjareystur.