Loyvið, sum Mærsk Olie og Gas keypåti meginpåartin av frá Faroe Petroleum, er í tí norska partinum av Norðsjónum.
-Vit síggja stórar møguleikar í hesum loyvinum, sjálvt um tað her sum aðrastaðni er váðar, sigur norski stjórin í Mærsk Olie og Gas, Åke Hesselblom, við Børsen. ??Við keypinum fekk Mærsk Olie og Gas 70 prosent av loyvinum PL431 og fekk samstundis leiklutin sum operatørur á økinum, sum eitur T-Rex. Við keypinum bindur felagið seg til at bora næsta ár, og stjórin vónar at fáa eit gott úrslit burturúr. Hann vil ikki siga, hvat felagið rindaði Faroe Petroleum fyri partin.
Mærsk Olie og Gas hevur nú 12 loyvir í tí norska partinum av Norðsjónum, og felagið er eisini virkið í tí danska og tí bretska partinum. Felagið hevur eisini loyvi í bretskum øki stutt frá føroyska markinum.