Danska reiðaríið Mærsk Line umhugsar enn eina ferð at leggja nøkur av sínum skipum, tí inntøkurnar av flutninginum eru minni enn útreiðslurnar av at hava skipini siglandi. Søren Skou, sum er stjóri í reiðarídeildini hjá Mærsk, sigur, at kunnu inntøkurnar ikki fíggja rakstrarútreiðslurnar, fer Maersk Tankers at leggja nøkur av teimum størstu tangaskipunum.
Fyri nøkrum døgum síðani kunngjørdi reiðaríið Frontline, sum er eitt av teimum størstu í heiminum, at tað hevur lagt nøkur av sínum skipum, tí inntøkurnar av at sigla við olju eru minkaðar.
Í fjør legði Maersk Line fleiri av sínum bingjuskipum ymsastaðni kring heimin. Eitt nú lógu onkur fyri akkeri á skotskum firðum.