The Wall verður at hoyra í Parkini í Keypmannahavn næsta ár. Rogers Waters úr Pink Floyd fer á ferð við The Wall. Meistaraverkið The Wall hjá bólkinum Pink Floyd er frá 1979, og bassleikarin Roger Waters kann kallast høvuðsmaður aftanfyri stóru verkætlanina. Bert fáar ferðir síðani konsertirnar í 1981, er verkið framført á palli. Men 7, maj 2011 er Parkin í Keypmannahavn karmur um framførslu við Roger Waters av The Wall. Tað sigst at hann kemur við uppruna uppsetanini og sínum gamla bólki.
Tað hevur verið sagt, at upprunaverkætlanin hevur verið ov stór at ferðast við, men nýggj spælistøð ? arenair, og tøknilig framgongd hava gjørt hetta møguligt nú, siga fyrireikararnir.
Konsertin verður eitt sveinastykki í visuellum effektum og ljóði. Og alt snýr seg um niðurraplaða múrin, ið verður bygdur upp aftur stein fyri stein, fyri síðani at verða brotin niður aftur.
Mangir av kendastu sangunum hjá Pink Floyd eru av The Wall, men hesaferð hevur Roger Waters við sær guitarleikararnar Dave Kilminster, Snowy White og G.E. Smith, á tangenter Jon Carin og Harry Waters og á trummur Graham Broad. Roger Waters spælir sjálvur bass.
Atgongumerkir kunnu keypast frá 30. august klokkan 10 í Fona og Billetlugen.