Gamla strandfaraskipið Másin flýtur nú aftur.
Fyri smáum trimum vikum síðan sakk Másin, sum í longri tíð hevur ligið við ferjuleguna á Stongunum í Klaksvík.
Eitt felag í Klaksvík eigur Másan og hevði ætlanir um at brúka hann í ferðavinnuni, men einki er hent, og ongar ábøtur eru heldur á henda gamla bátin.
Sum skilst royndi Klaksvíkar havn til fánýtis at fáa eigararnar at taka Másan upp aftur, men tá ið einki hendi, heitti kommunan á sløkkiliðið um at fáa Másan upp av botninum.
Sløkkiliðið fór undir uppgávuna í gjár, men tað eydnaðist ikki tá. Í morgun varð roynt aftur, og á middegi fleyt Másin.
Nú kannar sløkkiliðið, um hann lekur.
Mynd: Birgir Waag Høgnesen