Møta nútíðini við tí gamla boðskapinum

"Hvussu møta vit nútíðarmenniskjum við gleðiboðskapinum?", er evnið sum verður tikið fram leygardagin í næstu viku.

Leygardagin 9. juni skipar Heimamissiónin fyri boðanarskeiði í Missiónshúsinum ”Tabor” á Toftum við dananum Leif Andersen.

Leif Andersen er gudfrøðingur og starvast sum lærari á Menighedsfakultetet í Århus og sum ferðaprestur hjá donsku Indre Mission. Í nærum 30 ár hevur hann arbeitt í spenninginum millum tann bíbilska boðskapin og nútíðarmenniskju. Hann hevur nýliga skrivað tvær bøkur um evnið við heitinum ”Teksten og tiden”, sum hava fingið góð ummæli frá ógvuliga ymiskum sjónarhornum.

Á skeiðnum við undirheitinum "Gleðiboðskapurin - útgáva 2007" verður millum annað umrøtt, hvussu ein kann boða ein óbroyttan gleðiboðskap í einum broyttum samfelagi, og hvat eyðkennir okkara tíð og hvat eyðkennir okkum sjálvi.

Ein annar týdningarmikil spurningur á skeiðnum er tann, um til eru partar av tí kristna boðskapinum, sum ein í dag skal leggja ein annan dent á?

- Skeiðið er viðkomandi fyri øll, sum onkursvegna hava við boðan at gera, sigur Heimamissiónin