Mótasýning í SMS

Tíðindaskriv

Mikudagin 30. apríl kl. 19.30 verður fyrra av teimum báðum árligu mótasýningunum í SMS.
Aftur hesaferð er tað Barbara í Gongini, sum samskipar stóru mótasýningina, har allir mótahandlarnir í SMS luttaka.

Barbara hevur búð í Danmark mongu seinastu árini, har hon hevur fingist við ymsikt skapandi innan klæðnavinnuna m.a. sniðgeving. Málið hjá henni hevur verið at vunnið sær viðurkenning í mótaheiminum. Hetta er við at eyðnast, og hevur Barbara verið nógv frammi í donsku miðlunum í seinastuni. Hon hevur fingið pláss í fleiri av teimum stóru donsku bløðunum, sum skriva um móta og
sniðgeving.

Barbara greiðir okkum frá, at hon er komin væl longur enn bara fyri einum hálvum árið síðani. -Men tað er ein harður "kampur" hvørjaferð, og tað verður tað eisini, tá ið næsta "kollektiónin" kemur á marknaðain, sigur Barbara.

Kortini er hon fegin um endiliga at vera sloppin á danska marknaðin. Enn hevur tó ikki verið so nógv at sæð ella hoyrt til hennara her. Tó hevur hon verið við á mótasýningum í Norðurlandahúsinum ísambandi við Listastevnu Føroya.

SMS hevur brúkt skapandi evnini hjá Barbaru rættuliga ofta ísambandi við teirra stórstu framsýningar, sum eru tær báðar árligu mótasýningarnar og árligi jólabýurin, sum nokk er tað stórsta og kostnaðarmiklasta tiltakið í SMS. Og, sum sagt, so hevur Barbara játtað seg at leggja tilrættis og
samskipa mótasýningina mikukvøldið.

Og henni dámar væl at koma heim til Føroyar, at skipa fyri og leggja til rættis mótasýningar og líknandi. -Eg eri føroyingur, og eri ógvuliga fegin, at sleppa heim og verða við til at skapa stór tiltøk og framsýningar. Um mótasýningina hesaferð sigur Barbara, at hon ikki verður eins "show" kend, sum onkuntíð áður. - Sýningin hesaferð verður ein spennandi sølusýning, har nýggjasti mótin verður sýndur á ein hátt, sum vit kenna frá útlandinum við "Catwalk", sigur Barbara.

Nú Torgið í SMS er vorðið størri og ljósviðurskiftini eru vorðin betri, eru karmarnir at fyriskipa stórar mótasýningar vorðnir nógv betri enn áður. Hetta er sjálvsagt at gleðast yvir, sigur Barbara, og vísir á, at hetta fer at hækka støðið á sýningini hesaferð, og í framtíðini.

Barbara, sum kom til Føroyar í síðstu viku, leggur í løtuni síðstu hon á fyrireikingarnar til sýningingina. Og hon lovar tykkum eina góða mótasýning mikukvøldið

Mótasýningin mikukvøldið er ókeypis. Ísambandi við sýningina verða umleið 250 stólar settir upp. Tey sum vilja tryggja sær sitipláss, kunnu fara í ein av luttakandi handlunum og fáa eitt ókeypis atgongumerki. Atgongumerki verða ikki útflýggjað til børn undir 12 ár.

Á Torginum í SMS mikudagin 30. apríl kl. 19.30