Bygdaráðið í Nes kommunu vil heldur hava eina fólksliga tilgongd í kommunubygnaðinum, og bygdaráðið er harðliga ímóti, at kommunur verða lagdar saman við lóg. Tað skrivar bygaráðið í hoyringarsvari til innlendismálaráðið.
Nes bygdaráð vísir í svarinum á, at líka síðani 2007 hava Nes kommuna, Sjóvar kommuna og Runavíkar kommuna havt regluligar fundir, har kommunustýrini hava gjøgnumgingið og viðgjørt øll tey kommunalu økini. Endamálið við fundunum hevur verið at lýsa viðurskiftini hjá kommununum og at taka støðu til, um tað eru fleiri viðurskifti, sum kommunurnar kunnu samstarva um í framtíðini. Sum er samstarva tær tríggjar kommunurnar á fleiri økjum, og semja um, at samstarvið runt Skálafjørðin kann útbyggjast á enn fleiri økjum, eisini á eldrarøktini, sum uppskotið hjá innlendismálaráðnum leggur upp til.
Bygdaráðið í Nes kommunu metir, at eldraøkið longu nú kann leggjast út til nevndu kommunalu eindir at umsita, uttan at neyðugt er við kommunalari samanlegging. Fólkaskúlin, sum tó ikki er við í hesum lógarpakkanum, hevur eisini verið viðgjørdur á fleiri fundum. Kommunurnar við Skálafjørðin eru væl útbygdar á skúlaøkinum, og er niðurstøðan, at samstarvsmøguleikarnir runt fjørðin eru sera góðir, og at hetta verður viðgjørt nærri í nærmastu framtíð, skrivar kommunan í svarinum.
-Við Skálafjørðinum sum samstarvseind er skapt ein burðardygg eind, við høgum tænastustøði, og staðbundni tørvurin nøktaður.
Bygdaráðið í Nes kommunu ynskir eina fólksliga tilgongd og er hart ímóti, at kommunurnar verða lagdar saman við lóg, stendur at enda í skrivinum.