Lærarafelagið mótmælir nú harðliga, at Mentamálaráðið hevur givið skúlastjóranum í Sankta Frans Skúla, Selmar Jacobsen, forboð fyri at siga meiri um arbeiðið hjá foreldrum og næmingum fyri at fáa eina framhaldsdeild í Sankta Frans.
Tað var í KvF í gjár, at aðalstjórin í Mentamálaráðnum, Poul Geert Hansen, gjørdi greitt, at tað er óhóskandi, at skúlastjórin í Sankta Frans Skúla, sigur sína hugsan um skúlabygnaðin í Havn, tí tað er ikki hansara borð.
Men hesum er tey í Lærarafelagnum grundleggjandi ósamd í.
- Á henda hátt setir Mentamálaráðið hansara grundlógartryggjaðu rættindi at úttala seg grovliga til viks, sigur Lærarafelagið.
Skúlastjórin vísir á, at skal framhaldsdeild vera í Sankta Frans skúla, er tíðin nú so knøpp, at tað er neyðugt at avgerðin verður tikin beinanvegin.
- Hann er í sínum fulla rætti at umtala og kunna almenningin um hesi viðurskiftini, sum snúgva seg um hansara egna heimildarøki, sigur Lærarafelagið
Felagið heldur, at Mentamálaráðið, sum eisini umsitur fjølmiðlaøkið, átti at verið tann fyrsti myndugleikin, sum av øllum alvi royndi at verja rættin hjá starvsfólki at úttala seg.
- Tað, avgerðin hjá Mentamálaráðnum um at geva skúlastjóranum munnkurv, sigur, er, at alment starvsfólk ikki skulu siga nakað um egin viðurskifti.
- Hetta er beinleiðis í andsøgn við demokratiska tíðarandan og førda politikkin í landinum, sigur felagið.
Tí vilja tey nú hava Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, at kanna málið innahýsis í Mentamálaráðnum og seta forboðið úr gildi.