Mótmæla verkfallinum

Viðvíkjandi verkfallinum hjá Føroya Lærarafelag, vilja vit gera vart við okkara ónøgd. Sum flest øllum kunnugt nærkast fráfaringarroyndin nú, og í ringasta føri kann henda keðiliga støða millum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið gera at skrivliga fráfaringarroyndin verður útsett.

Hetta kemst, sum tit helst vita av, at teir lærarar, ið eru tænastumenn, ikki kunna átaka sær at gera verkfals rakt arbeiði. Tískil vera allar uppgávurnar til skrivligu fráfaringarroyndina ikki lidnar fyrr enn verkfallið er liðugt.

Páskaroyndin er avlýst vegna verkfall. Tað halda vit vera sera keðiligt. Tað er ikki serliga nógv skil á skúlanum. Nógvir næmingar møta ikki upp í skúla um dagarnar, hetta fyri at vísa okkaru stóru ónøgd við, at vit vera hildin sum gíslar millum partarnar báðar.

Vit vilja hervið siga, at Føroya Lærarafelag hevur okkara fulla stuðul í hesum máli, og at vónandi verður ein loysn á málinum heilt skjótt, tí at sum støðan er nú, er hon ótolandi fyri okkum næmingar.


Vinarliga,

Framhaldsdeildin í Miðvágs-Sandavágs skúla