Tað hevur verið ófriðarligt í nógvum islamskum londum í dag, har fólk hava mótmælt filminum, sum háðar Muhammed profet, og í minsta lagi fimm fólk hava latið lív í ófriðinum.
Trý doyðu uttan fyri amerikonsku sendistovuna í tunrsiska høvuðsstaðnum, Tunis, og tvey doyðu uttan fyri amerikonsku sendistovuna í sudanska høvuðsstaðnum, Khartoum. Í Khartoum settu ill mótmælisfólk eld á ta týsku sendistovuna, sum fekk stóran skaða.
Mótmæli hava í dag verið í Egyptalandi, Libya, Jemen, Iran, Jordan, Bangladesh, India, Libanon, Marokko, Tunesia, Vestara Áarbakka, Indonesia, Malaysia, Irak og Sudan.
Eisini í London mótmæltu fólk tí umstrídda filminum, men har fór alt friðarliga fram.