Mótmæli og verkfall í Grikkalandi

Fleiri túsund grikkar eru uttan fyri tinghúsið í høvuðsstaðnum Athen, har tey mótmæla tiltøkunum, sum stjórnin hevur sett og skal seta í verk fyri at lúka treytirnar fyri at fáa pengar frá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum. Harafturat er verkfall um alt landið í dag.

Stjórnin hevur lagt uppskot fyri tjóðartingið um eina fimm ára búskaparætlan, sum millum annað fer at elva til hægri skatt og ymsar sparingar, umframt at tað almenna skal selja burtur av sínum ognum.

Stjórnin sigur, at tað slepst ikki undan tiltøkunum, skal Grikkaland ikki fara á húsagang.