Flogbóltur
Sørvingar mundu annars vóna, at teir kundu endurtaka kynstrið frá seinnu uppgerðini við Fleyr í grundspælinum. Ta ferðina tapti Fleyr fyri einastu ferð higartil hetta kappingarárið, men sunnudagin vóru havnarmenninir aftur omaná.
Sørvingar stríddust tó væl, og Fleyr mundu ongantíð kenna seg vísar í sigrinum, fyrr enn seinasti bólturin var vunnin. Kanska mundi triða settið vera serliga avgerandi í so máta, men hóast sørvingar høvdu kjansins, so megnaðu teir ikki at taka av hesum.
Nýggj hálvfinala
Fleyr vann í heyst eisini finaluna í FK-kappingini, sum Fleyr sjálvt skipar fyri. Vinnararnir í FK- og Mjølnir-kappingini eru liðini, sum spæla sjálva steypafinaluna, og tí verður nú neyðugt við nýggjum dysti, fyri at finna mótstøðuliðið hjá Fleyr til finaluna.
Tann dysturin verður millum Mjølnir og SÍ, og so verður spennandi at síggja, hvat av teimum báðum liðunum fer at dystast við Fleyr, sum í februar mánaði fyri fyrstu ferð skal royna seg í steypafinaluni.