Mótstøðumenninir vóru grammari

ÍF miðverjin Áki Petersen spældi á Skála í fyrraárið, tá ið skálamenn fyri fyrstu ferð royndu seg í bestu deildini.
- Tað er týðuligt, at Skála hevur eitt væl betri lið nú, enn vit høvdu fyri tveimum árum síðani. Teir vóru væl skipaðir, og teir vóru rættuliga uppsettir beinanvegin. Vit høvdu als ikki fótað okkum, tá ið teir høvdu skorað tvey mál. Tíbetur vísti tað seg enn eina ferð, at moralurin var góður. Vit komu fyri okkum, men tað var ikki so nógv at siga til, at teir vunnu, heldur Áki Petersen.
Hvat var veikleikin hjá tykkum?
- Eg eri ikki illa nøgdur við okkara avrik. Kanska komu teir í so lætt framvið okkum onkra ferðirnar.
Hvussu verður næstu ferð?
- Tá fara vit at fáa vitjan av HB. Tað gleða vit okkum til, og vit ætla okkum avgjørt ikki at grava okkum niður. Eg haldi, at vit hava staðið okkum betri á heimavølli, enn vit hava gjørt á útivølli higartil í ár. So vit eru rættuliga spentir til hósdagin, sigur ÍF miðverjin Áki Petersen.