Móttøka fyri svimjarum í Vági

Tá world-Cup svimjararnir úr SuSvim komu til Suðuroyar mánakvøldið, var skipað fyri móttøku

Eftir góðu úrslitini hjá Pál Joensen og hinum svimjarunum í SuSvim í Berlin, var móttøka, tá hesir komu aftur til Suðuroyar mánakvøldið. Í Havn var móttøka fyri øllum luttakandi svimjarunum í ferðalagnum, men í Suðuroynni heiðraðu suðuroyingar svimjarunum í SuSvim.

Fyrst varð skipað fyri ymsum á Krambatanga, tá Smyril kom, og so varð farið til Vágs í Vilt-húsið á Marknoyri.

Marlon Kjærbo handaði vegna nevndina í SuSvim svimjarunum blómur og Pól Poulsen helt røðu. Eisini fingu Jón Bjarnasson, venjari, og Turið Kjærbo, physioterapeutur og mamma Pál Joensen, blómur. Eyðdis Kjærbo handaði blómur vegna Vágs Kommunu, og segði nøkur orð. Eisini hevði Jón Bjarnason, venjari, orðið.

Hann minti á, at úrslitini siga sítt, og at tað í veruleikanum “bert” eru ellivu pláss eftir á stigaum at vinna, tí bert ellivu persónar í heiminum hava svomið skjótari enn Pál Joensen. Hann var ivaleysur í, at møguleiki er at klintra upp eftir stiganum, og hann takkaði teimum, ið so støðugt vísa vælvild og stuðla, og dreymin um ein 50 metra hyl í Vági hevur Jón ikki slept enn. Hann segði seg ivast í, um fólk gjørdu sær greitt, hvussu stórt bragd Pál í veruleikanum hevur framt, tí eitt tíðindafólk hevði júst spurt Jón, um hann metti, at Pál var komin upp á sama støði, sum føroysku landsliðsfótbóltsleikararnir, og hendan samanburð metti Jón vera heldur láturligan.

Onnur høvdu eisini orðið og fólk heilsaðu svimjarunum. Nógv fólk varð komið saman á Marknoyri, har kaffi og hugni saman við óføru svimjarunum á loftinum í gomlu handilshúsunum, setti alt í størri samanhang. Heimurin og nærumhvørvið sameintust í hesi løtu. Sum Jón Bjarnason tók til: einum nýtist ikki at koma úr einum milliónbýi, fyri at teljast millum heimsins bestu!