Móttøka í salthøllini

Seinnaparttin fríggjadagin høvdu Eimskip og Hafnarbakki boðið viðskiftafólki og øðrum til móttøku í nýggju saltgoymsluni á Glyvrum


Handilsvinna


Væl av fólki var samankomið, tá nýggja saltgoymslan á Bakka á Glyvrum alment varð tikin í nýtslu fríggjadagin.

Har vóru vinnulívsfólk, starvsfólk, grannskoðarar og nevndarlimir. Øll vóru tey komin at hoyra, hvat leiðslurnar í Eimskip í Føroyum og Hafnarbakka, sum í felag hava fingið sær slatgoymslu á Glyvrum, høvdu at siga av góðum orðum.

Og orðini vóru góð og lovandi. Stjórin á Eimskip í Føroyum helt fyri, at tað kanska fór ikki at vera so leingi, til ikki bara salt var í húsinum, tí tað kundi væl henda seg, at oljuvinnan fór at velja sær Runavíkar Havn sum útgerðarhavn, og so var hetta húsið ein sjálvsagdur partur av tí vinnuni eisini. Og tann útmeldingin kom als ikki illa við hjá býraðslimum og øðrum úr Runavíkar Kommunu.

Borgarstjórin var so glaður, at hann endaði sína røðu við at biða samkomuna rópa hurra fyri Eimskip og Hafnarbakka, sum nú av álvara vóru komin í komununa.