Móttøkan eitur Miðlan

Á lítlari samkomu í morgun fekk nýggja móttøkan hjá Klaksvíkar kommunu navnið Miðlan. Navnið er funnið í stórari navnakapping.

Tíðindaskriv

Vinnarin gjørdist Guðrun Árting Rubeksen og fekk sostatt tær kr. 10.000,-. ið var vinnarasamsýningin.
Guðrun greiddi soleiðis frá navninum: “Miðlan” er tað at miðla og sambært føroysku orðabókini er tað “at vera millumliður í at veita upplýsingar og tílíkt.” Navnið avmarkar seg ikki til nakað ávíst evni, tá hugsað verður um tað “at miðla”. Navnið hevur ein breiðan týdning, og vendir sær tískil til øll. “Miðlan” er eitt stutt, greitt og einfalt orð og navn. Eitt navn, sum ikki er samansett av øðrum nøvnum og tískil ikki avmarkandi á nakran hátt. Mær vitandi er einki ávíst, sum er navngivið “Miðlan”; greiddi Guðrun frá.
Fólk í øllum aldri lótu heili 82 uppskot inn til navnakappingina. Talan var um norðoyingar, avbygdafólk og útisetar.
Klaksvíkar kommuna ynskir at takka øllum fyri innsendu uppskotini.
Eftir ætlan letur Miðlan upp 16. april 2007.